UEFA hevur gjørt av, at allir evropeiskir dystir, sum áttu at verið spældir í Ísrael, skulu spælast aðrastaðni. Orsøkin er áhaldandi stríðið millum Ísrael og Libanon, sum ikki sær út at enda fyribils.
Hetta merkir millum annað, at tá Maccabi Haifa eigur at hava heimavøll í Champions League-dystinum móti Liverpool tann 23. august, verður dysturin leiktur á uttanveltaðum vølli.
Tann vøllurin kundi verið heimavøllurin hjá ukreinska liðnum Dynamo Kiew, sum hevur bjóðað sítt stadion fram sum ein møguleika, har dysturin kundi verið leiktur.
Fyrri dysturin millum Liverpool og Maccabi Haifa verður á Anfield nú mikudagin, og seinni dysturin verður sum sagt 23. august.