Nevið Reyða sló fast við tíggju tumma seymi leygardagin, at teir eru besta og mest upplagda boði upp á føroyameistaraheitið hjá 8 mannaførunum í ár. Fleiri bátslongdir framman fyri Kvívíking fóru teir fyrstir um málið, og frøin var stór.
Tað var annars ein sera javnur startur hjá øllum bátunum. Miðvingur og Knørrur duttu burtur ímillum beinanvegin, men restina av bátunum fylgdust væl fyrstu løtuna. Síðani løgdu tríggir bátar seg fremst, Ørvur, Argjabáturin og Nevið Reyða. Kvívíkingur var so nakað aftanfyri.
Nevið Reyða legði seg so á odda og økti um leiðsluna allan vegin á málið. Kappingin um annað og triðja plássið harðnaði so hvørt sum bátarnir nærkaðust málinum, men hvør vinnarin fór at verða, var ongantíð nakar ivi um. Úrslitið var, at Nevið Reyða vann, Kvívíkingur hevði ein góðan endaspurt og kom næstur á mál og eftir teimum kom so tann reyði Argjabáturin.
Føroyameistaraheitið hjá 8 mannaførunum verður óivað avgjørt á Vestanstevnu, og tað skal vilja øgiliga illa til, um ikki tað fer til Klaksvíkar.
<TT$?$end$!$8 mannafør menn</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$1 Nevið Reyða 07:13.19 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$2 Kvívíkingur 07:22.04 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$3 Ørvur 07:24.23 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$4 Argjabáturin 07:25.15 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$5 Árnfirðingur 07:37.04 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$6 Knørrur 07:45.09 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$7 Miðvingur 07:46.15</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$</TT$?$end$!$