Ongin fótbóltsvøllur í Dalinum Langa

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, form. í byggi- og býarskipanarnevndini
-----------------
Í seinastuni hevur alment kjak verið millum Levi Mørk og Jákup Sìmun Simonsen, býráðslimir í Havn, um staðseting av nýggjum fótbóltsvølli í Hoyvík.  
Akkurát hvat teir eru ósamdir um, er helst torført hjá vanliga borgaranum at skilja, tí teir eru púra samdir um høvuðsmálið, sum er at leggja nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík í fríøkinum í Dalinum Langa.
Sum formaður í byggi.- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs kann eg bara leggja aftrat hesum kjakinum, at hetta als ikki kemur uppá tal.
Tað verður ongin fótbóltsvøllur lagdur í Dalinum Langa, og býráðslimir áttu heldur at nýtt orkuna uppá at funnið alternativ til verandi ætlan, um teir ikki eru nøgdir við hana.
Eg skal ikki siga, hvar besta staðið annars kann vera. Men hvørki Levi Mørk ella nakar annar sleppur at eyðræna náttúruna í Hoyvík, soleiðis sum mælt verður til.
Tað er rætt, at málið fekk umrøðu í byggi- og býarskipanarnevndini, har sligið varð fast, at hetta ikki var ideella loysnin. Plandeildin staðfesti frammanundan, at Dalurin Langi als ikki var egnaður til ein fótbóltsvøll og tí, sum hartil hoyrir.
Fyri tað fyrsta er ikki pláss til ein tílíkan vøll í Dalinum Langa, sum kemur at liggja kloss upp í Myllutjørn. Hartil verður inntrivið í náttúruna alt ov stórt og vit oyða eitt fríøki, vit heldur áttu at brúkt næstu tvey-trý árini til at planta og gjørt til eina viðalund til gleði fyri allar borgarar.
Ein fótbóltsvøllur er ikki bara ein fótbóltsvøllur. Her skal til- og frákomuvegur gerast, parkeringsøki til fleiri hundrað bilar, ljóssteyrar, sum stinga nógvar metrar upp í loft, umframt áskoðarapláss til hóp av fólki. Fremja vit hetta verður dalurin aldrin aftur opin sum fríøki fyri hoyvíkingar og aðrar havnaborgarar.
So brúkið heldur orkuna uppá at finna annað alternativ, um tað er neyðugt. Vøllurin er longu staðsettur við skúlan við Løgmannabreyt, men hetta kjakið førir bara við sær, at málið blívur við at draga út.
Annars standi eg púra spyrjandi, hví Levi Mørk ikki tekur mál sum hetta upp í byggi- og býarskipanarnevndini ella í býráðssamgonguni, ístaðin fyri at viðgera tað í fjølmiðlunum.