Ongin grund til at stúra fyri trygdini

Tá ið formaðurin í Havnar Bjargingarfelag sigur, at trygdin hjá havnarfólki er í vanda av tí, at bjargingarfelagið ikki vil samstarva um eitt hús í Vágsbotni er púra burturvið, sigur Leivur Hansen

 

Á

­ Havnarfólk kunnu sova væl um náttina

Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur, at skuldsetingarnar hjá formanninum í Bjargingarfelagnum í Havn um, at trygdin hjá Havnarfólki er í vanda, er heilt burturvið.

Formaðurin í Bjargingarfelagnum kemur til hesa niðurstøðu eftir at Býráðið vil, at eitt nýstovnað bátafelag í Havn nú eisini skal halda til í húsinum, sum Bjargingarfelagið hevur havt í 20 ár.

Og tí følir bjargingarfelagið seg trokað á gøtuna.

­ Men hetta er heilt burturvið, sigur býráðsformaðurin.

­ Tað er einki í vegin fyri, at Bjargingarfelagið og Bátafelagið samstarva um somu høli. So endar bjargingarfelagið á gøtuni, er tað tí, at tað hevur sett seg sjálvt uttanfyri.

­ Tvørturímóti kann Bátafelagið vera ein hjálp hjá Bjargingarfelagnum, tí við bátafelagnum uppií, er tað t.d. skjótari at samskipa leiting á sjónum, har í bátar krevjast.


Vælvirkandi sløkkilið

Annars heldur Leivur Hansen, at hóast Bjargingarfelagið setir seg sjálvt á gøtuna, er trygdin hjá havnarfólki í fulltryggum hondum.

­ Vit hava bygt upp eitt sterkt og vælvirkandi sløkkilið við 36 monnum og tað er ført fyri at veita so at siga alla ta hjálp, ið krevst.

­ Vit hava nýggja leiðslu og nýggjan bygnað á brandstøðini, og hon virkar seta væl nú.

­ Tí er ongin grund til at stúra fyri trygdini hjá havnarfólki, sigur hann.


Venja lítið

Leivur Hansen sigur, at tíbetur eru nógv ár ímillum, at brúk er fyri bjargingarfelagnum.

­ Men spurningurin er, hvussu væl fyri, felagið er at átaka sær ymsar uppgávur.

­ Tí vit vita, at tað er sera trupult at fáa limirnar í bjargingarfelagnum at møta til venjingar.

­ Og vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvør nytta er í einum bjargingarfelag, hvørs limir ikki møta til veningar.

­ Tí einum bjargingarmanni, sum ikki er vandur í hjálpararbeiði, er ikki til stóra nyttu, tó at eg avgjørt haldi, at Bjargingarfelagið hevur sín leiklut í sambandi við leiting og stórar vanlukkur.

Og av tí, at so lítið virksemi er, heldur Leivur Hansen tað má bera til at samstarva um húsið,

Leivur Hansen er heldur ikki við uppá tað, sum formaðurin í Bjargingarfelagnum rør frammundir um, at at felagið í Havn fer so nógv verri sømdir frá sínari kommunu, enn onnur bjargingarfeløg fáa frá sínari kommunu.

M.a. skal felagið í havn betala leigu, ímeðan onnur feløg fáa ókeypis høli, umframt stuðul frá kommununi.

­ Havnar Bjargingarfelag hevur eisini hvat ókeypis høli frá kommununi í 20 ár, sigur Leivur Hansen.

­ At eitt eiti av eini leigu nú er ásett, er ein onnur søga.

­ Men leigan hjá Bjargingarfelagnum er ikki 1.800 krónur um mánaðin, sum ført verður fram. ­ Leigan er 1.800 krónur um árið. Tað gevur 150 krónur um mánaðin. Tað er ein symbolsk upphædd og eg vænti ikki, at tað fer at koppa fíggjarætlanini hjá Bjargingarfelagnum.

Leivur Hansen sigur, at tað er ásett bara fyri, at leiga skal vera, men so kunnu fólk sjálvi meta um, hvussu órímilig hon er. Bátafelagið skal betala somu upphædd í leigu. Og hvat øðrum sømdum viðvíkur, sigur Leivur Hansen, at hann veit onki um, at Bjargingarfelagið hevur vent sær til Býráðið við umbøn um stuðul, ella hjálp, ella aðrar sømdir.