Tað er vanliga fótbóltur í Gundadali á ólavsøku. Í ár var fyrst lagt upp til eitt brak millum HB og KÍ, men dysturin er síðani útsettur, tí HB tapti í Champions League undanumfarinum og skal spæla í nýggju Europa Conference League.
Eitt skifti sá út til, at HB skuldi spæla á heimavølli 29. juli móti taparanum av Budućnost Podgorica úr Montenegro og HJK Helsinki úr Finnlandi. Her vann HJK Helsinki samanlagt 7-1 og tí skal HB møta meistaraliðnum úr Montenegro.
UEFA hevur sett dystirnar til at verða 22. juli og 27. juli. Hartil skal HB fyrst spæla á heimavølli. Tí verður Europa Conference League fótbóltur í Gundadali hósdagin 22. juli, og returdystruin verður í Monetnegro týsdagin 27. juli.
Tí verður bara tann eini dysturin á ólavsøku í ár. Hann verður millum B36 og TB á Ovara vølli í Gundadali 28. juli.