Ongin Pól Jóhannus

Aab hevur kunngjørt hópin til dystin móti FCK í morgin. Tað er ikki blivið pláss til føroyska landsliðsleikaran, Pól Jóhannus Justinussen, sum fyri kortum skiftið til danska felagið. Dysturin í morgin er tann fyrsti eftir vetrarsteðgin.

 

Tað hevur annars gingið væl hjá Pól Jóhannusi í uppstartinum til seinni hálvu av núverandi kappingarárinum, men venjarin, Kent Nielsen, hevur valt at lata føroyingin sita uttanfyri í fyrsta dystinum, skrivar Aab á heimasíðuni í kvøld.

 

FCK liggur fremst í Superliga’ini við 39 stigum, meðan Aab hevur 26 stig á sjeynda plássi.