Umleggingar á føðideildini
? Enn eru ongi útlit fyri eini semju á stríðnum um føðideildina á Landssjúkrahúsinum.
Tað er greitt, nú vikuskiftið er farið afturum.
Men tað merkir ikki, at málið er endað, tí sjúkrarøktarfrøðingarnir vilja framvegis ikki góðtaka ætlaðu umlegginginar á føðideldini
Og tær gera púra greitt, at tær hava als ikki slept málinum.
Fríggjadagin hevði nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fund um støðuna á føðideildini og í gjár var aftur fundur.
Men seinni í vikuni hevur felagið kallað allar limirnar á limafund at viðgerða støðuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Bøtir ikki um útlitini
Men um vikuskiftið tók málið eina vend, sum í hvussu so er ikki gera útlitini fyri semju frægari.
? Fríggjadagin hevði leiðslan á Landssjúkrahúsinum játtað at koma á fund við nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um støðunaá føðideildini, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Fundurin skuldi vera í gjáramorgunin.
Men hesin fundurin varð avlýstur, tí ósemja tók seg upp um, hvør skuldi sleppa við á fundin.
? Stutt áðrenn fundurin skuldi vera í gjáramorgunin boðaði leiðslan á Landssjúkrahúsinum frá, at hon vildi hava depilsleiðsluna, sum føðideildin hoyrir undir, við á fund. Treytin var, at kundi depilsleiðslan ikkki koma við á fundin, kom ovasta leiðslan á Landssjúkrahúsinum heldur ikki, vóru boðini frá sjúkrahússtjóranum.
Í depilsleiðsluni er Jóan Petur Davidsen leiðandi yvirlækni.
? Vit hava biðið um fund við ovastu leiðsluna fyri Landssjúkrahúsið, sum eru tey trý Poul Geert Hansen, stjóri fyri Landssjúkrahúsið, Marin Vang, røktarfakligur stjóri og Tummas í Garði, læknastjóri. Vit hava ikki biðið um fund við leiðandi yvirlæknan á føðideildini.
? Hetta var játtað okkum og tað halda vit okkum til, tí hetta er ovasta leiðslan á Landssjúkrahúsinum. Vit meta ikki, at vit hava nakað at tosað við leiðandi yvirlæknan føðideildini um, sigur Jana H. Dalsgaard.
Hon er sera misnøgd við framferðina hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.
? Men hetta fær okkum at ivast, hvør tað er, sum hevur veruligu leiðsluna á Landsjúkrahúsinum- um tað er tann formliga leiðslan, ella um tað í veruleikanum er leiðandi yvirlæknin, leggur hon afturat.
Ikki hent fyrr
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrasúsinum, sigur at tað er ikki sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum definera leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
? Tað hevur stóran týdning at tað er landssjúkrahúsið sjálvt, sum definerar leiðsluna.
Hann heldur, at tað er undarligt, at sjúkrarøktarfrøðingarnir nokta Landssjúkrahúsinum at hava leiðslufólk við á fundin.
? Tað havi eg ongantíð verið úti fyri fyrr, sigur hann.
Hann sigur, at í hesum føri umfatar leiðsluhugtakið bæði leiðsluna fyri landssjúkrahúsið og depilsleiðsluna.
? Tað er heilt avgjørt rímiligt, at depilsleiðslan er við og fær at vita beinleiðis, hvat fundurin er um, heldur enn at vit skulu endurgeva tað fyri teimum aftaná, sigur Poul Geert Hansen.