- Fólkaflokkurin hevur ikki givið nakra tilsøgn um, at tunnilin Norður um Fjall skal útsetast.
Tað staðfestir Anfinn Kallsberg, tingmaður fyri Fólkaflokkin og formaður í fíggjarnevndini.
Hann sigur, at tað er landsstýrið, sum leggur uppskot til fíggjarlóg fram.
Og hann staðfestir samstundis, at løgtingslimirnir í samgonguni hava ikki verið í arbeiðnum yvirhøvur.
Uppskotið er heldur ikki viðgjørt á samgongufundi.
- Vit vóru kallað saman til fund týsdagin, men tað var ein kunnandi fundur burturav.
Sostatt er tað landsstýrið einsamalt, sum leggur uppskotið fram.
- Og hvat Landsstýrið leggur fram, veit eg sostatt av góðum grundum ikki til fulnar, leggur formaðurin í fíggjarnevndini afturat
Av tí sama er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út, tá ið hon endaliga verður samtykt.
Men tað er eisini greitt, at av tí at flokkarnir ikki hava verið við, følir Anfinn Kallsberg seg heldur ikki heilt so bundn av uppskotinum, sum landsstýrið leggur fram, sum hann annars vildi gjørt.
- Tá ið vit fáa uppskotið í fíggjarnevndina, fara vit at geva tí eina viðgerð, sum vit plaga og at kalla tey fólk til fundar í nevndini, sum vit halda tað er neyðugt at kalla inn.
- Og tað er ikki óvanligt, at rættiliga nógvar broytingar verða gjørdar í fíggjarnevndini, aftur ímóti tí uppskoti, sum landsstýrið leggur fram.
Tað skilst eisini, at tað er alt ov tíðliga at avskriva tunnilin Norður um Fjall
- Hendan verkætlanin hevur staðið á íløguætlanini hesi seinastu 20 árini og nú í nógv ár er hon skumpað fram, eitt ár ísenn.
- Og í síðsta enda er tað Løgtingið, sum ger av, um peningur skal setast av til tunlar ella ikki.
Ongin viðmerking
Jákup Mikkelsen er formaður í Fólkaflokkinum á tingi, men hann hevur ongar viðmerkingar fyrrenn uppskotið til fíggjarlóg er lagt fyri Løgtingið.
Men tú hevur meiri enn einaferð boðað frá, at tað kemur ikki upp á tal at strika tunnilin Norður um Fjall?
Tað hevur tú allarhelst hoyrt meg siga, men nú sigi eg ikki meir fyrrenn uppskotið er lagt fyri Løgtingið, endurtekur formaður Fólkafloksins á tingi.
Les eisini greinina: Løgin avgerð at strika tunnilin