Ongin semja um portørarnar enn

Tað verður ikki fyrrenn í heyst, at samráðingarnar um illa umstrídda lønarsáttmálin fyri portørararnar, verða lidnar

Hóast tað skjótt eru tvey ár síðani, at lønarsáttmálin hjá portørunum gekk, út, eru ongi útlit fyri, at semja fæst um nýggjan sáttmála fyrrenn einaferð í heyst.

Sáttmálin millum fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag gekk út í oktober 2007, men hann er síðani longdur. Men hesi seinastu trý árini hevur rættiligt rok verið um, hvør tað nú er, sum skal samráðast fyri portørarnar. Nógv teir flestu portørarnir hava meldað seg inn í Starvsmannfelagið, sum eisini kravdi at fáa samráðingarrættin og enntá hótti við verkfalli, fekk felagið ikki sín vilja.

Nakrir portørar eru kortini eftir í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum tvíhelt um at varðveita samráðingarrættin.

Málið endaði í fasta gerðarrættinum, sum gav Starvsmannafelagnum viðhald í at fáa samráðingarrættin fyri limir sínar.

- Vit løgdu upp til felags samráðingar, har vit og Havnar Arbeiðsmannafelag samráddust um nýggjan sáttmála og hóast nakrir fundir hava verið, hevur Havnar Arbeiðsmannafelag ikki møtt upp, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Samstundis hevur fíggjarmálaráðið gjørt púra greitt, at tað verður bara ein felags sáttmáli gjørdur fyri alt økið. Av tí sama er møguleikin fyri, at Starvsmannafelagið fær ein sáttmála fyri teirra portørar og Havnar Arbeiðsmannafelag fær ein sáttmála fyri teirra portørar, útihýstur.

Selma Ellingsgaard sigur, at sostatt samráðist Starvsmannafelagið við fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri portørarnar, sum eru í felagnum.

Men samráðingar eru drúgvar og ein orsøk til tað er, at endamálið er at laga tann nýggja sáttmálan til, so at hann líkist hinum sáttmálunum hjá Starvsmannafelagnum og tí skal allur sáttmálin gjøgnumgangast.

Nú verður so steðgur í samráðingunum til eftir summarfrítíðina og sostatt væntar forkvinnan í Starvsmannafelagnum ikki, at nakað úrslit spyrst burtur úr fyrrenn í heyst – men tá væntar hon eisini, at eitt úrslit fæst.