Oljuavgjald og skattur
Nú fer samgongan at viðgera spurningin um at lækka oljuavgjaldið.
Tað er Marjus Dam, tingmaður úr Vágum, sum nú vil hava samgonguna at lækka oljuavgjaldið.
Og hann heldur, at tað hevur so stóran týdning, at oljuavgjaldið lækkar, at eftir hansara tykki hevði tað verið betur at bíða í eitt ár við fráboðaða skattalættanum, um so var, at oljuavgaldið kundi verðið heilt avtikið ístaðin.
Oljuavgjaldið hevur verið eitt hjartamál hjá sambandsflokkinum og flokkurin hevur einar tríggjar ferðir í andstøðu lagt uppskot fyri tingið um at taka tað av.
Og Marjus Dam sigur, at eisini ein annar samgonguflokkur, javnaðarflokkurin, hevur atkvøtt fyri uppskotunum.
Samstundis hevur triði samgonguflokkurin, fólkaflokkurin, aftur og aftur boðað frá, at teir eru altíð til reiðar at lækka skattir og avgjøld.
Og nú Marjus Dam er komin í samgongu, hevur hann møguleika at gera nakað við málið og tað ætlar hann eisini.
Kunnu ikki hyggja at
Marjus Dam sigur, at oljan er nú so dýr, at hon er ein veruligur trupulleiki hjá einum vanligum húsarhaldi, fyri ikki at tala um hjá pensjónistum, arbeiðsleysum og lágløntum annars.
? Eg haldi ikki, at samgongan kann ikki bara sita og hyggja at ímeðan húski við børnum, pensjónistar, arbeiðsleys og onnur láglønt, kanska fara at sita køld í vetur tí at tey hava ikki ráð til at fylla sær tangan.
Og Marjus Dam heldur, at hetta kann gerast, uttan at tað nervar inntøkurnar hjá landskassanum nakað stórvegis.
?Oljan er dýrkað sera nógv. Tað merkir eisini, at landið fær nógv meiri inn í mvg av oljuni, enn roknað er við á fíggjarlógini. Samstundis siga allar metingar, at høgi oljurpísurin fer at standa við.
? Eg haldi, at landið eigur at siga frásiga sær hesar meirinntøkur við at lækka oljuavgjaldið, sigur Marjus Dam.
Hann sigur, at sostatt eigur oljuavgjaldið til at verðið fryst fast til eini 50 oyri kanska, frá á nýggjárinum.
Annars heldur hann, at oljuavgjaldið kundi verði heilt avtikið í smáum so at landskassin í hvussu so er ikki merkti tað so nógv.
? Tað er rættiliga átaluvert at landskassin skal skúma róman av tí, at oljurpísurin fær upp í topp, sigur Marjus Dam.
MYND AV MARJUS DAM
Samgongan kann ikki sita og hyggja at ímeðan fólk kanska sita køld, tí tey ikki hava ráð til at fyllasær oljutangan, sigur Marjus Dam, sum sjálvur er í samgonguni