Henrik Gerster fekk eina vánaliga byrjan sum høvðusvenjari hjá VÍF. Oddaliðið úr Kollafirði vann 36-27 á einum VÍF liðið, sum til tíðir als ikki spældi sum eitt lið, ið ætlar sær í FM finaluna.
Longu frá fyrsta minutti gongur gali. KÍF leggur seg á odda við fleiri málum og dysturin er bara fimm minuttir og 35 sekund gamal, tá Hernrik Gerster tekur sítt fyrsta “time-out” sum høvðusvenjari hjá VÍF við støðuni 5-1 til KÍF.
Serliga er tað Ási Dam, sum er í essinum. Tá dysturin er tólv minuttir gamal skorar hann til 8-5 til KÍF. Tá hevur hann einsamallur skotið fimm mál fyri gestirnar úr Kollafirði. Málini eru øll hegnislig á hvør sín hátt. Ási er lágur av vøkstri fyri ein hondbóltsspælara, men hann er snildur sum fáur. Tað eina skotið mundi helst fara millum beinini á vestmenningi, og upp í nettakið. Eitt annað var í hædd við mjødnina, meðan tað triðja fór upp um verjuspælara. Tá so verjan var til reiðar at taka ímóti skotinum, so runnu hinir kollfirðingarnir verjuna í øðrviti. Brádliga kundi Ási sníkja seg í eitt hol og úr spískum enn eina ferð skora. Jú, Ási var stóra upplivingin fyrsta korterið í dystinum.
Møguleikin hjá VÍF
Tá tíggju minuttir eru eftir av fyrra hálvleiki økir KÍF til 14-7. Vestmenningar sigla runt á vøllinum, meðan gestirnir í reyðum revsa hvørjari villu. Tað sær einki út, men seinastu tíggju minuttirnar vísa vestmenningar, at teir kunnu.
Komandi tíggju minuttirnar hevur VÍF yvirtakið. Magnus Müller skorar nøkur ordans dudurhøgg frá vinstra bakki, meðan verjan megnar at steðga Ása Dam og hinum kollfirðingunum. Tá Magnus Müller skorar til 17-14 tíggju sekund fyri hálvleik, er vónin aftur birt í Vestmanna.
Tað tekur tó KÍF eina løtu at sløkkja hana. Fyrst megnar Daniel Skipper Foged at økja í teimum tíggju sekundinum fyri hálvleik, og tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik er 20-14.
Meistaraspæl og Jaspur í stórum stíli
Restina av dystinum er ongin ivi um hvør fer at vinna. KÍF er omaná yvir allan vøllin. Jaspur Joensen í málinum hjá KÍF letur hurðina til málið aftur, meðan Rógvi Weyhe og Nicklas Selvig ganga á odda í álopspartinum.
VÍF dettur sundur sum lið, og megnar ikki at verja fyri KÍF álopunum, sum koma skolandi og taka alt við. Tað er líka Filip Jojic, sum megnar at skjóta síni mál, ið gevur VÍF ein lítlan møguleika fyri at koma aftur í aftur. Tað ger VÍF ongantíð, tí Jaspur Joensen hevur smidað lykilin til hurðina vekk, og ongin sleppur inn. Heldur ikki Agnar Joensen, tá hann púra leysur bæði hevur pláss og tíð at umráða seg í - Jaspur bjargar!
KÍF vinnur ein tryggan 36-27 sigur á VÍF liðið, sum hevur nógv at arbeiða við.