Ongir serfrøðingar skulu upp í verkfallið

?Verkfallið snýr seg ikki um prosentir men um prinsippir, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag

 

Verkfall


Tað skulu ongir óheftir roknimeistarar upp í verkfallið.

Tað er greitt, eftir at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava víst i uppskotinum frá arbeiðsgevarunum aftur um at fáa óheftar serfrøðingar at roknað út, hvussu stórur munur er á lønunum hjá limunum í verkfalli og hjá limunum í Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík.

Í sáttmálunum, sum nú eru farnir úr gildi, hava feløgini í verkfalli fingið onkrar viðbøtur, sum hini arbeiðarafeløgini ikki fáa. Men nú semingsuppskotið varð lagt fyri tey, var ætlanin, at lønin skuldi vera tann sama hjá øllum pørtum.

?Góðtóku vit semingsuppskotið, høvdu vit samstundis sostatt eisini góðtikið, at vit skulu fáa eina minni lønarhækking, enn feløgini í Klaksvík og Havnar Arbeiðsmannafelag hava fingið, siga feløgini í verkfallið. Tey siga, at munurin er 2,5%.

Arbeiðsgevarin hava víst hesum aftur og siga, at munurin er einans 0,13%.

? Tað er ongin meining í at ósemja skal vera um útrokningargrundarlagið. Hinvegin hevur tað týdning at staðfesta veruleikan, halda arbeiðsgevararnir. Tí hava teir skotið upp, at teir, og feløgini í verkfalli, velja hvør sín óheftan serfrøðing at gera hesar útrokningar fyri partarnar. Sjálvir valdu arbeiðsgevararnir beinanvegin Jógvan Amonsson, grannskoðara, sum sín serfrøðing.


Nei takk

Men hetta uppskotið halda feløgini í verkfalli lítið um og tey gjørdu beinanvegin greitt, at tey fóru ikki at velja nakran serfrøing at rokna nakað út fyri partarnar.

? Vit vita ikki rættiliga hvat endamálið er, tí halda tit, at tað hevur nakað sum helst við arbeiðssteðgin gera, hvussu nakrar viðbøtur verða roknaðar út, hava tit misskilt okkurt grundleggjandi, hava arbeiðsgevararnir fingið at vita frá feløgunum í verkfalli.

Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at orsøkin til verkfallið er, at arbeiðsgevararnir vilja ikki samráðast um samráðingaruppskotið hjá feløgunum í verkfalli.

?Hinvegin er tað staðfest, at arbeiðsgevararnir hava givið einum triðja parti, sum onki hevur við samráðingarnar at gera, tilsøgn um, at vit skulu ikki fáa meiri í løn enn hesin triði partur hevur fingið og tað kann als ikki góðtakast. Hesin triði partur, sum hugsað verður um, er Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klasvík.

? Fyri okkum er tað eitt prinsipp, at mótpartur okkara ikki brýtir avgerandi fyritreytina fyri einari og hvørjari samráðing, nevniliga at partarnir frítt kunnu samráðast um tey krøv, sum hin parturin leggur fram.

? Og tá ið arbeiðsgevarin hevur bundið seg til ikki at kunna samráðst um lønarkrøv okkara, so duga teir helst at síggja, at tað eru teir, sum hava skyldina av samráðingarslitinum, sum førdi til henda arbeiðssteðg, sigur Vígdis Johannesen.

Hon skilir heldur ikki, hví arbeiðsgevararnir nú tvíhalda um, at øll skulu fáa somu løn.

?At lønin ikki er tann sama, er onki nýtt. Í nógv ár fekk Havnar Arbeiðsmannafelag 1% meiri í løn, enn vit fingu og tað mátti tvey verkføll til, áðrenn vit vunnu tað innaftur, sigur Vígdis Johannesen.