Ongland eigur at fáa møguleikan

Joe Hart, James Milner og Steven Gerrard eru samdir: - Vit hava tær bestu umstøðurnar, leikvøllirnir eru best, og vit hava teir bestu spælararnar í Premier League. Ongland er tað besta staðið at hava HM í fótbólti, og vit eru favorittar til at fáa HM í 2018, siga allir við ein munn í samrøðu við norsku sjónvarpsstøðina, TV2.

 

Fraklendingurin, Arsene Wenger hevur verið venjari hjá Onglandi síðani 1996, og hann vónar, at Ongland gerst HM-vertur í 2018. - Eg trúgvi ikki, at tú finnur nakað land í heiminum, har íðinskapurin fyri fótbólti er so stórur. Fólk í Onglandi elska veruliga fótbólt, staðfestir Arsene Wenger.

 

Italski venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini stuðlar Wenger 100 prosent.

- Enskur fótbóltur hevur alt. Onglendingar hava veruliga uppiborið at at verða HM-vertir, slær Mancini fast.