Ongland ætlar sær HM-endaspælið í 2018

FIFA hevur nú slept ætlananum at HM-endaspælið skal rotera ímillum heimspartarnar

FÓTBÓLTUR

Heri Simonsen

[email protected]



Onglendingar vóru vónsviknir tá teir taptu endaspurtin um at hýsa HM-endaspælinum í 2006. Tá dróg Týskland longsta stráið. Tað var kortini eingin skaði fyri heimsfótbóltin. Tí HM-endaspælið í Týsklandi var tað best fyriskipaða nakrantíð. Men nú ætlar Ongland at gera Týsklandi kunstin eftir. Upprunaliga sá tað ikki út til, at HM-endaspælið skuldi aftur til Evropa fyrr enn í 2026. Men nú hevur FIFA slept rotasjóns-prinsippinum, um at HM-endaspælið skal uppá skift millum heimspartarnar.


Bjartskygdir

Og onglendingar eru bjartskygdir. Deildarleiðarin hjá enska fótbóltssambandinum; Brian Barwick sigur, at hetta var júst tað teir vónaðu, og at teir í FA nú fóru at seta seg niður fyri at leggja eina konkreta ætlan fyri at bjóða uppá HM í 2018. Bretski forsætismálaráðharrin; Gordon Brown sigur, at bretska stjórnin fer at stuðla umsóknini hjá FA. “Vit síggja tað, sum okkara fremstu uppgávu at yvirtala onnur lond til at bakka okkum upp í at fáa HM-endaspælið aftur til Onglands. Tjóðin, sum gav heiminum fótbóltsspælið hevur uppiborið at sleppa at hýsa HM-endaspælinum aftur. Vit fáa olympisku leikirnar í 2012. Vit fáa møguliga Commonwealth Leikirnar í 2014, HM í Rugby í 2015. Og so HM í cricket í 2019. At sloppið at hýst HM-endaspælinum í 2018 hevði verið krúnan á verkinum hjá Onglandi.” sigur ein bjartskygdur Gordon Brown.


Aðrir biðlar

Men Ongland fær ikki vertsskapin fyri HM í 2018 uttan svørðsslag. Tað verða fleiri boð. Benelux-londini; Belgia, Holland og Luksemburg hava longu lagt eitt felags boð inn. Kina, Avstralia, Meksiko, USA, Russland og Spania hava eisini víst ein stóran áhuga í HM-endaspælinum. Møguliga kemur Kanada eisini við einum boði. Lond úr Afrika og Suðuramerika hava ongan møguleika at hýsa HM í 2018, tí HM í 2010 verður í Afrika, og HM 2014 verður í Suðuramerika. Í hesi vikuni verður greitt, at Brasilia verður vertur fyri HM í 2014. Brian Berwick heldur, at Ongland hevur ein fyrimun. “Vit hava stórar og fantastiskar fótbóltsleikvallir. Vit hava eina sterka tradisjón, og ein stóran áhuga fyri spælinum. Infrastruktururin í Onglandi er eisini í lagi.”