Onki avgjørt ímillum VÍF og StÍF

Dystarendin gjørdist sera spennandi

Savnsmynd: Marianna Holm Jacobsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við átta málum.

Báðar tær fyrru hálvfinalurnar í Coca Cola-steypakappingini hjá kvinnum eru blivnar spældar í kvøld. Í Vestmanna vóru tað VÍF og StÍF, ið hittust. 

Dysturin gjørdist sera spennandi, hóast stórur munur er á liðunum í landskappingini, sum kundi bent á, at VÍF var greiður favorittur undan dystinum. Men støðan í landskappingini er sum so týdningarleys, tá ið talan er um steypadystir.

VÍF fekk nevniliga dygga mótstøðu í kvøld. Hálvleiksstøðan var 11-10 til VÍF, og í seinna hálvleiki gjørdist spenningurin eisini stórur. Tá ið tíðin var farin fekk StÍF ein gyltan møguleika at ogna sær ein javnleik til seinnu hálvfinaluna, tá ið strandingar fingu brotskast. Fríðrún Danielsen varð sett at skjóta, men hon brendi. Endaliga úrslitið gjørdist 20-19 til VÍF.

Seinna hálvfinalan ímillum liðini verður spæld í høllini á Skála leygardagin klokkan 18. 

Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir.

VÍF: Marianna Holm Jacobsen 8, Randi Virgarsdóttir 3, Daniella Joensen 3, Kathe Frederiksen 2, Brynja Rógvadóttir 2 og Agnas Olsen 2.

StÍF: Birna Tummasardóttir 6, Rebekka Justinussen 4, Fríðrún Danielsen 3, Bára Berthelsen 3, Guðrið Poulsen 2 og Sunfríð Berg Johansen 1.