Onki ímóti fólkaatkvøðu um fullveldi
- Vit hava havt eina fólkaatkvøðu um okkara ríkisrættarligu støðu á politisku dagsskránni í fleiri ár.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, nú javnaðarfólk hava reist spurningin um at fáa hetta stríðsmálið í føroyskum politikki, avgreitt við eina fólkaatkvøðu.
Tí hevur Tjóðveldi onki ímóti at tað verður gjørt.
Kortini er hann ikki heilt vísur í um Javnaðarflokkurin meinar hetta í álvara, tí hann hevur illgruna um, at hetta er mest fyri at fáa fólk at hugsa um annað enn teir veruligu trupulleikarnar hjá flokkinum og samgonguni sum heild, ikki minst sosial og fíggjarpolitikkin.
Men Formaðurin í Tjóðveldi leggur dent á, at ein fólkaatkvøða má vera undir skipaðum viðurskiftum.
- Tað skal ikki bara vera ein fólkaatkvøða, har fólk skulu taka støðu til samband ella loysing, tí tann spurningurin varð faktiskt avgreiddur í 1946.
- Tá fór ein sonn ræðuherferð fram, sum veljarin tíbetur kláraði at síggja tvørtur ígjøgnum og atkvøddu fyri loysingini, men eina slíka fólkaatkvøðu skulu vit ikki hava aftur.
Høgni Hoydal sær fyri sær, at tilgongdin verður soleiðis, at vit fyrst fáa eina fólkaatkvøðu um okkara nýggju stjórnarskipan, sum politisk semja er um, har tað verður staðfest, at alt vald yvir Føroyum liggur í Føroyum.
- Tá ið tað er avgreitt, eiga vit at fara undir samráðingar við danir um eina skipaða og siviliseraða avtalu.
- So vita fólk, hvat tey atkvøða um og tað má vera rætta mannagingdin, sigur Høgni Hoydal.