Teir triggjir flokkarnir, ið samráðast um nýggja samgongu, vóru ikki komnir fram til eina semju um samgonguskjal, tá samráðingarnar steðgaðu út móti klokkan tvey í nátt Eftir at hava samráðst í eini 17-18 tímar vóru floksformmennirnir heldur ójavnir á máli um, hvussu væl tað gongst við samgongusamráðingunum. Í øllum førum sær út til at vera nakað væl eftir á mál við eini nýggjari samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin.
Løgmaður segði seg fyrr í dag vænta, at tað lá ein beinagrind til eitt samgonguskjal á borðinum á midnátt, men hetta kom ikki at halda.
Tá Rás2 hitti Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana og Høgna Hoydal beint eftir, at fundarvirksemið í løgtingshúsinum varð niðurlagt, skiltist á teimum, at tað framvegis eru óloyst mál, sum semja skal gerast um ella orðingar fyri, um hesir flokkarnir skulu í samgongu saman komandi fýra árini.
Ongin vildi ítøkiliga inn á, hvar ósemjurnar liggja. Sum skilst eru tey etisku málini nøkunlunda fingin frá hondini, meðan ósemja framvegis er um búskaparpolitikkin ella ein part av honum. Tí verður ikki klárt at fara undir endaligu orðingina av einum samgonguskjali, sum ætlanin var í morginári, tí tað enn standa óloyst mál á skránni.
Fundurin millum teir tríggjar flokkarnar verður tikin uppaftur hósmorgunin klokkan 9.30.