Allir føroyingar vita ? ella áttu at vita ? at vit hava eina einstáttaða høvuðsvinnu, fiski- og alivinnuna, sum vit ikki eru harrar yvir, hvørki hvat nøgd ella prísum viðvíkur. Henda vinna stóð fyri 98% av útflutningsvirðinum í 1999.
Út frá hesum mugu vit ásanna, at vit hava ein óstabilan og viðkvæman búskap at byggja okkara tilveru á.
Ongin ivi skal tí vera um, at loysa vit frá hinum partinum av ríkinum, so gerast karmarnir trengri. Livikorini versna, og íløgur torir eingin at gera, - hvørki alment ella privat. Vit fáa arbeiðsloysi, og eitt munandi hægri skattatrýst, sum aftur vil føra til eina fólkafráflyting, sum ikki kann samanberast við tað, sum hendi fyrst í 90-unum.
Sambandsflokkurin hevur víst til eitt nýskipanaruppskot, har Føroyar gerast meira búskaparliga sjálvbjargnar og fáa størri politiskan avgerðarrætt.
Tá hetta kann gerast innan fyri verandi ríkisrættarligu støðu, er onki sum rættvísger, at landsstýrið við sínum fullveldisætlanum, tekur grundarlagið undan dagligu tilveru føroyinga, og harvið undirmetir týdningin av tí samveru sum er millum londini bæði.
Filosofisku- og partvís bestiltu útgreiningarnar hjá landsstýrinum um, at alt verður sum tað altíð hevur verið tá loysingin er framd, er heilasjúkt møsn.
Útgangsstøðið hjá landsstýrinum er loysing her og nú. Tá onki annað verður góðtikið, kenna vit fylgjurnar, og tí hevði verið rættast, at Føroya fólk longu nú fekk høvið til at taka støðu fyri ella ímóti fullveldisætlan landsstýrisins.
Flemming Mikkelsen
løgtingsmaður