Hóast tað ikki hevur verið frost í morgun, hevur løgreglan fingið onkrar fráboðanir frá bilførarum um, at vegirnir í støðum hava verið serliga hálir.
- Tað eru nøkur, sum hava ringt til okkara og hava boðað frá, at tað hevur verið so mikið hált, at bilurin meira ella minni livdi sítt egna lív á vegnum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at slíkar fráboðanir serliga eru komnar úr miðstaðarøkinum og úr Suðuroy.
- Vit hava skilt, at tað á ávísum vegastrekkjum hevur verið sum á kalvabaki. Í støðum hevur verið ísur á vegunum, og her hevur tað verið rættiliga hált.
Tað eru bilførarar, sum boða frá, soleiðis at boðini kunnu fara víðari til onnur, sum koyra á sama vegastrekki og til førarar annars um at vera serliga varin í ferðsluni.
- Vit hava eisini fingið einar tvær fráboðanir, har bilar eru farnir á glið, og har vandi kundi verið fyri øðrum bilum í umhvørvinum, men her hevur alt spælt væl av.
Vaktleiðarin sigur, at bilførarar eftir øllum at døma hava verið ansnir, og løgreglan hevur tískil ongar fráboðanir fingið um materiellar skaðar, ei heldur persónsskaðar.