Fleiri brúgvaløg flyta seg komandi dagarnar yvir Føroyar úr suðri og hava regn við sær. Hósdagin til leygardagin fer ein hátrýstryggur framvið úr suðri við støðugum veðri, áðrenn nýggj brúgvaløg koma úr suðri.
Í dag verður eitt lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og turt fyrrapartin, men sum frá líður fer at regna av suðri. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og nakað av regni. Hitin um 10 stig.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul, sum frá líður av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og fyrst regn, men sum líður út á dagin verður turrrari og sólin skínur. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina turt og í støðum klárt og hitin niður í sjey stig.
Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein landsynning, 3 til 8 metrar um sekundið, men um náttina frískar hann vindin. Turt og og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi, seinni eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Um náttina snarar hann í ein sunnan og minkar vindin. Skýggjað og seinnapartin regn av suðri. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 metrar um sekundið. Tað klárar í við turrum veðri og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri, seinni norðan, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og eitt sindur av regni av og á. Hitin millum 10 og 12 stig, um náttina niður í 7 og 10 stig.