Tá ið Sosialurin mánamorgunin greiddi Heðin Mortensen, borgarstjóra, frá, at fyrrverandi eigari av Degnshusi í 2001 bjóðaði Tórshavnar Kommunu og táverandi borgarstjóra, Jan Christiansen, at keypa Degnshús, uttan at býráðið lat við seg koma, kom hetta ikki óvart á Heðin Mortensen.
Sama søga
- Eg skilji ikki, at Jan Christiansen leikar so nógv í nú, tá ið hann sjálvur hevði møguleikan at keypa húsini væl bíligari fyri nøkrum árum síðani. Fyri mær tykist tað sum um, at onkur hevur sovið í tímanum, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjorin sigur, at hetta mál er enn eitt dømi um, at núverandi samgonga skal taka upp eftir undanfarnu.
- Hetta er sama søga umaftur. Vit, sum nú sita við róðrið, noyðast at taka upp í suppuni eftir undanfarnu samgongu, sigur Heðin Mortensen.