Onkur má tosa teirra søk

- Tað kann ikki verða rætt, at tey, sum eiga æruna av okkara vælferðarsamfelag, skulu verða við sviðið soð, nú tey hava tørv á hjálp. Onkur má tosa teirra søk og gera vart við teirra tørv, siga tey í Áhugabólkinum fyri eldri í Klaksvík, sum áhaldandi arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum gomlu í býnum

Eldraøkið

Fyri Áhugabólkin fyri eldri í Klaksvík var tað sum at fáa ein frammaná, at hoyra um sparingarnar á eldraøkinum. Hóast ymisk tilboð eru til tey eldru í býnum, er tørvurin als ikki nøktaður, og tí undrar tað tey stórliga, at júst hetta økið skal rakast so hart av sparingum
- Fyri nøkrum árum síðani vóru 1000 borgarar í Klaksvík omanfyri 60 ár, og vit vita, at talið bara veksur. Tí kann tað ikki koma óvart á politikarnar, at eldraøkið eisini tørvar meir pengar, undrast tey í Áhugabólkinum.

Sum ein bumba
Síðani 1997 hevur Áhugabólkurin skipað fyri ymsum tiltøkum fyri teimum eldru í Klaksvík, so tey vita av royndum, hvussu stórur tørvurin er. Eitt nú er tað ikki óvanligt, at eini 200 eldri møta til veitslurnar, og ongin ivi man vera um, at Eldraløtan Úti í Grøv er ein heilt serligur dagur í árinum fyri nógv av teimum.
- Vit síggja jú, hvussu glað tey blíva fyri tað, sum verður gjørt fyri tey. Tí er tað ómetaliga syndarligt at síggja, hvussu tey ferð eftir ferð verða sett í aftastu røð, tá pengar skulu brúkast uppá eitthvørt. Tað slepst ikki undan, at hetta er ein spurningur um raðfesting, tí vit síggja jú, at samfelagið hevur ráð til so nógv annað, sigur Maria Klein, limur í Áhugabólkinum.
Gerda Absalonsen er eisini limur í bólkinum, og eisini hon undrast stórliga yvir skerjingarnar, sum hava rakt økið í seinastuni.
- Eg skilji heldur ikki, hví hetta nærum skuldi koma sum eina bumba við at skerja so ógvusliga og knappliga. Tað kann jú ikki koma óvart á nakran politikara, at tað gerast alsamt fleiri eldri, sum hava tørv á ymsum tilboðum. Ein fær næstan illgruna um, at politikarnir als ikki vita, hvussu tey gomlu í okkara samfelag í veruleikanum hava tað, sigur Gerda. Hon leggur afturat, at eftir hennara tykki áttu allir politikarar at farið út á stovnarnar og tilhaldini, so teir sjálvir sóðu, hvussu tey gomlu hava tað, og hoyrdu, hvat rørist millum tey.
- Tey gomlu hava ongantíð verið von við at fáa nakað fyri onki. Nú, tey sjálvi ikki kunnu arbeiða longur, eru tey oftast bara so ómetaliga glað fyri tað, sum verður gjørt fyri tey. Men tað er hvørki rætt ella rímiligt, at tey skulu finna seg í at verða tey fyrstu at verða skúgvaði til viks. Og tá tað jú ikki liggur til tey at grenja og finnast at, má onkur annar tosa teirra søk, slær Gerda fast.


Setast ikki aftur
Lítið hugaligu hendingarnar á eldraøkinum seinastu tíðina fáa tó ikki Áhugabólkin at setast aftur við teirra virksemi. Bólkurin skipar trúliga fyri loppumarkna, køkutombola og øðrum fyri at savna pening inn, sum á onkran hátt skal koma teimum eldru í Klaksvík til góðar. Bólkurin legði nógva orku í at skunda undir byggingina av Sambýlinum á Heygum, sum stóð liðugt fyri tveimum árum síðani. Og tær hava heldur ikki mist vónina um, at kjallarin í Sambýlinum einaferð verður gjørdur til eitt nýtt dagtilhald fyri tey eldru, sum upprunaliga ætlað.
- Umstøðurnar her kundu ikki verðið betri. Her er alt longu gjørt, her er lætt at koma til og tað er eyðsæð, at tey gomlu, sum búgva í Sambýlinum, eisini kunnu fáa gleði av teimum tiltøkum og ítrivum, sum verða í tilhaldinum, sigur Maria.
Eitt annað Dagtilhald er í býnum, sum virkar væl, og sum tey gomlu eru glað fyri. Men tørvurin er framvegis stórur, og tí hald tey í eldrabókinum tað vera stórt spell, at kjallarin í Sambýlinum bara stendur tómur og annars verður brúktur til goymslu hjá ymsum fyritøkum í býnum.
- Vit hava savnað eini 100.000 krónur inn, men tað er jú mark fyri, hvat ein sjálvboðin bólkur sum hesin megnar einsamallur. Nú vóna vit at koma á tal við býráðið sum skjótast, so gongd veruliga kann koma á arbeiðið, so tey gomlu kunnu hava okkurt at síggja fram til, siga kvinnurnar í Áhugabólkinum fyri eldri í Klaksvík.