Onkur má reagera!

Tað heldur Rúna Nón Bjartalíð, sum hevur tikið skelkandi myndirnar av deyðu hundunum, sum eru funnir við Ánirnar

 

 

Tað var ikki Rúna sjálv, sum kom fram á hundarnar, men harafturímóti abbi hennara, sum í arbeiðsørindum í gjár var í ferð við at rudda nakaðáøkinum, nú stórt ferðamannaskip kom á vitjan.

 

- Hann kom tá fram á hetta, og hann visti ikki reiðiliga, hvat hann skuldi gera. Í dag ringdi hann til mín og spurdi, um eg ikki kundi koma norður at hyggja at tveimum hundum, sum hann hevði funnið. At byrja við helt eg, at talan var um tveir livandi hundar, sum onkur hevði bundiðá staðnum, og eg hevði so ikki ímyndað mær, at talan kundi vera um hundar, sum vóru skotnir á henda hátt, sigur Rúna Nón Bjartalíð.

 

Lesið eisini: Deyðir hundar tveitti í opna bingju

 

- Eg fór ikki norður alt fyri eitt, men eftir arbeiðstíð fóru eg og ein vinmaður norður. Vit hugdu í bingjurnar, sum ikki vóru læstar, men har var einki at síggja. Síðani fóru vit yvir til tvær aðrar bingjur, sum stóðu á staðnum, og vit gjørdust sjávlandi púrasta skelkað, tá vit sóu hetta.

 

- Eg visti mær sum so ikki onnur ráð, enn at leggja myndirnar á Facebook. Fleiri hildu fyri, at hetta var eitt mál fyri løgregluna, og eg havi síðani boðað teimum frá. Hvat víðari fer at henda, er sjálvandi ilt at siga, men hetta má fáa onkran at reagera. Tað má vera onkur, sum kennist við hesar hundarnar.

 

- Er talan um ónollur, so er hetta somikið grovt, at viðkomandi skuldi fariðí fongsul. Har eru eisini vakmyndatól á kajini, og vónandi ber til at spola hesi aftur til leygardagin, so síggjast kann, hvat er hent. Sjálvandi kann talan eisini vera um onkran, sum hevur avlívað sínar egnu hundar, men so haldi eg heilt erligt, at viðkomandi skuldi fingið nakað at hugsa um, heldur Rúna Nón Bjartalíð.