Upprunaliga skuldi skrokkurin latast Skála Skipasmiðju 20. apríl. Av ymsum orsøkum dróg út við at fáa skrokkin lidnan.
? Eftir at hava fingið fleiri óálítandi tíðarætlanir, hava vit avgjørt at taka skrokkin og fara til aðra skipasmiðju at gera hann lidnan, sigur Skipasmiðjan á Skála í tíðindaskrivi.
Sáttmáli er í dag undirskrivaður við Stocznia Remontova í Gdansk um at gera skrokkin lidnan til 5. oktober.
Skrokkurin verður síðani sleipaður heim til Føroya, og ætlanir verða nú lagdar, soleiðis at skipið kann latast Strandferðsluni sum skjótast.