Tað eru nú nøkur ár síðan, at tað bleiv móti at gera vørubilar um til rúmligar familjubilar. Hetta hevur víst seg at verið ein succes hjá nógvum bilmerkjum. Nú eru eisini Opel komnir við í hesa kappingina við Combo Tour. Bilurin er eins og hinir kappingarneytarnir sera rúmligur við góðum plássi til allar síður og uppeftir, har net og hillar eru til at leggja viðførið og aðrar lutir frá sær á. Tvey eykasetur til aftastu rekkju kunnu leverast sum eykaútgerð, so bilurin verður ein 7 persónabilur. Dragihurðar á báðum síðum og dupultar hurðar aftan gera tað lætt at koma inn og út úr bilinum, ið er sera rúmligur innan. Tríggir motorar eru at velja ímillum, ein 1.6 litur bensin við 87 hk, og tveir 1.7 litur turbodiesel motorar við ávikavist 64 og 87 hk.
Opel Combo Tour 1.6 bensin
Motorurin1.6 litur 4 syl. bensin 87 hk
0-100 km/t12,0 sek
Bensinnýtsla12,8 km/l
Stødd og vekt
Longd432,2 cm
Breidd168,4 cm
Hædd180,1 cm
Eginvekt1175 kg
Totalvekt2025 kg
Prísurkr. 158.000,-
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400