Opel skift stíl við nýggja Insignia

Fyrst í komandi ári verður núverandi Opel Vectra avloystur av einum heilt nýggjum Opel Insignia, sum í fyrstu atløgu verður gjørdur sum hatchback og sedan. Í apríl 2009 kemur Insignia Sports Tourer, sum er stationcar útgávan

Við Insignia hava Opel heilt skift stíl í mun til forgangarin. Við at hyggja at myndunum sæst at talan er um ein supermodernaðan bil við sportligum designi og kvaliteturin er á sera høgum støði.


Kappingin er hørð í hesum klassanum, og teir flestu av kappingarneytunum eru komnir ella eru á veg við nýggjum modellum. Við hesum nýggja Insignia hava Opel sera góð kort á hondum í kappingini um kundarnar.


Insignia er ein framkomin bilur við nýggjastu motortøknini, aktivari trygd og umhvørvisvernd.

Bilurin er stórur og rúmligur í allar mátar. Gott pláss til fimm ferðandi og terrra viðføri. Viðførisrúmið er 540 litrar.


Hesin nýggi Insignia er 4,83 m langur og er sostatt umleið 20 cm longri enn núverandi Vectra.

Stationcar útgávan, Insignia Sports Tourer, er ein rættuliga stórur bilur, hann er 4,91 m langur, 8 cm longri enn hatchback og sedan útgávurnar.


Insignia koma við bensinmotorum frá 1,6 litra við115 hk til 2,8 litra við 260 hk, og dieselmotorum frá 110 til 160 hk. Seinni koma eisini aðrar útgávur.


Insignia verður gjørdur í Týsklandi á Opel verksmiðjuni í Rüsselsheim, sum er ein av mest modernaðu og framkomnu bilverksmiðjum í heiminum.


Opel Insignia sedan og hatchback koma á marknaðin í januar 2009 og Insignia Sports Tourer kemur í apríl.