Handilslív
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Allir handlar í felagnum eru við í hesum tiltakinum, og fara teir at hava opið líka til klokkan 23.00 fríggjakvøldið.
Hetta við at hava "Open by Night" er nú vorðið eitt afturvendadi tiltak, og hevur tað verið sera væl móttikið av klaksvíkingum og norðoyingum annars.
Í samband við tiltakið fríggjakvøldið verður ymiskt spennandi á skránni, millum annað kunnu vit nevna eina uttandura mótaframsýning og sjálvandi hava handlarnir eisini fleiri tilboð at bjóða viðskiftafólkunum.
Harumframt fer svimjihøllin í Klaksvík, sum júst er vorðin nýumvæld, at hava opið fyri øllum til klokkan 22.00.
Nevndin í Klaksvíkar Handilsfelag hevur annars fyri stuttum skipað seg av nýggjum, og sær í dag soleiðis út:
Jógvan Jacobsen, formaður
Harley Bertholdsen, næstformaður
Jóhanna Christiansen, kassameistari
Beinta Klakkstein, skrivari
Sámal Eyðfinn Akursmørk, nevndarlimur
Sørin Jacobsen, tiltakslimur
Magnus Arge, tiltakslimur