?Open by night? og mótashow í Runavík

Eins og vanligt er á eystanstevnuni, hevur Handilsmiðdepilin í samráð við handlar og fyriskipararnar avgjørt at hava ?open by night? í kvøld Handlarnir fara at hava opið til klokkan 23, og av tí at Runavík er kent fyri sítt ríka handilslív, har handlarnir liggja sera tættir, fer hetta aftur í ár at seta sín serliga dám á stevnuna.

Vanligt er, at handlarnir bjóða viðskiftafólkunum serlig tilboð stevnudagarnar, og soleiðis verður aftur í ár.

Í sambandi við ?Open by Night? verður eisini eitt mótashow á sjálvum stevnuøkinum ? í ár verður serliga nógv gjørt burturúr.

Mótashowið verður nakað aftaná setuna klokkan 21 fríggjakvøldið.