Tekstur og myndir:
Jústinus Eidesgaard
Hamborg, Sosialurin: Klokkan er um sjey seinasta leygarkvøld, eitt lýtt summarkvøld í Hamburg. Vit sita uttanfyri eina italienska matstovu og njóta ein kaffimunn, áðrenn dagsins stórhending skal fara fram. Vit skulu síggja operuna Turandot eftir Puccini í operahúsinum í Hamburg. Kvøldið er nakað serligt, tí dagarnar fram?manundan hava undirritaði og Rúni Brattaberg tosað um eina grein, í samband við at Rúni heldur tvær konsertir í Føroyum í komandi viku. Sjálvur havi eg ongantíð sæð eina operu ?live.?
33 ára gamli vágbingurin Rúni Brattaberg hevur fleiri ferðir seinastu mánaðarnar verið í Hamburg. Hann gongur á skúla í torføra yrkinum at gerast opera?sangari. Hann er knýttur at operaskúlanum í finska høvuðsstaðnum Helsinki, men av og á fær hann eisini undirvísing í Hamburg. Hamburg er uttan at gera ov nógv av, nógv tann ríkasti býurin tí Týsklandi og tí er eisini mentunnarlívið sera frammalaga. Her finnst eisini eitt tað frægasta operahúsið í øllum land?inum og sjálvandi eisini við teimun bestu sangarunum og tónleikarunum. Rúni hevur bjóðað okkum við til operuna og hann er spentur upp á sýningina, nú ein hálvan tíma áðrenn byrjan
Aftur til italiensku mat?stovuna á Gustav Mahler?platz, sum sjálvandi er uppkallað eftir heimskenda tónaskaldinum av sama navni og hann var sjálvandi eisini hamborgari. Rúni bestillir beinanvegin ein stóran kopp af cappuchini og at skola niður við eitt glas av vatni. Men ikki hvat sum helst slag av vatni, tað skal verða úr krananum og tá italienski tænarin kemur við glasinum fyltum av vatni og ísi, er Rúni ikki nøgdur. Nei, vatnið skal vera úr krananum og uttan nakað sum helst í. Tænarin rukkar brýr, eitt sindur argur, hvat ikki er løgið, hugsa vit um eldfima suðurlendska sinnalagið, fer inn eftir einum nýggjum glasi og lønir Rúna aftir við at taka halvan triðja mark, ella tíggju krónur fyri glas?ið. Tað eru pengar hjá einum studenti.
Rúni sitir breiður og trivaligur og hóast kaffi?koppurin er stórur, so er tað ikki meir enn fingrannir ganga inn í haldið. Hann spískar munnin, tað sjóðar í meðan hann drekkur, heitt er, eisini í koppinum og so fer hann aftur at tosa um operu.
? Eg eri ikki uppvaksin við klassiskum tónleiki. Mamma spældi onkuntíð um jóltíðir okkurt brot úr Handels Messias. Tað er alt sum eg havi hoyrt. Eg var vaksin, áðrenn eg fekk áhuga fyri klassiskum tónleiki. Sum heilt ungur dámdi mær nógv best rock, harðan rock, sigur Rúni Brattaberg.
? Opera er ein kombi?natión av sangi og rørslu, leiklist og sanglist í einum og tað sum eg eri so bitin av er, at her er talan um akustik uttan mikrofon. Tað er heilt unikt. Ljóðið tú hoyrir kemur frá tær sjálvum, uttan at nøkur tøkni hjálpir tær, sigur hann.
? Tað er so ringt at tosa um hvat opera er fyri nakað. Hon skal upplivast. Bíðið bert til tit koma inn í salin um eina løtu. Fyrstu ferð eg hoyrdi eina operu, stendur enn fyri mær sum ein ógloymandi løta, sigur Rúni Brattaberg.
Í fínum selskapi
Salurin í operahúsinum í Hamburg er stórur og hann er fullsettur í kvøld. At?gongumerkið hjá okkum kostaði 100 markar ella umleið 400 krónur og vit hava fingið pláss í eini losju, vælfyri, ovalaga í salinum. Salurin vendir eystur og vestur og vestur?skinið stavar inn í tann myrka salin í gjøgnum tær mongu losjuhurðarnar, ið enn standa opnar. Hetta er ljóslist í tøttum samstarvi millum Várharra og arki?tekt. Hurðarnar latast aftur ein og ein og at enda hvørvur tann síðsta ljós?strálan. Nei ikki heilt. Vit síggja eini tvær skjótar afturat. Tað er altíð onkur sum kemur ovseint, ikki sannheit. Nú er myrkt, tað eru vit og pallurin, vit og sangararnir, vit og tónleika?rarnir í orkesturgrøvini. Vit og Puccini, vit og Turandot. Í einum verða vit drigin inn í eitt kinesiskt ævintýr, nógvar túsund mín higani, í einum heimsparti, sum eg kenni so væl og kenni heimligan.
Men beint áðrenn hetta skulu fólk sessast í losju?num og seta seg tilrættis. Tað tekur altíð eitt sindur av tíð og eg eygleiddi tey, sum sótu nærmast. Fólk vóru vælklødd, tað visti eg frammanundan frá sjón?varpi, og tí vildi eg ikki vera aftanfyri. Tað eg eigi av glitri, machetknappar og slipsanál, glitraðu í sam?klangi við gullið kring med. Við síðuna av mær sat ein ung kvinna. Hon lýddi mær ikki heilt ósmæðin í oyra, at hetta var ikki tann besta operan hjá Puccini og vantaði næstan at eg fór at geva henni viðhald. Eg greiddi henni frá, at hetta var mín fyrsta ferð í operu og at eg enn onga meining hevði um hvat var gott og vánaligt. Nærsýnt var hon, skráin nart næstan við nøsina, meðan hon læs. Og so hevði hon ein kikara við. Lítil kikari av Minolta slag?num og hon nýtti hann dúg?liga undir sýningini. Hon hugdi líka nógv eftir fólki, sum eftir pallinum.
Turandot, Puccini
Turandot er ein einføld søga, sum sigur okkum, at størst av øllum er kærleikin. Hann er størstur av øllum. Turandot er prinsessa og hon er dóttir kinesiska keisaran. Keisarin hevur lovað dóttrina burtur til tann fyrsta sum kann loysa tríggjar gátur. Loysir hann tær ikki, so má hann láta lív. Tann djarvi fríggjarin Calaf gitir allar gáturnar, men Turandot er so køld innan, at hon ikki vil vita av honum. Hann bíður sær til at doyggja fyri hennar skuld, gitir hon navn hans áðrenn tað lýsir dagin eftir. Turandot fer illa við træl?kvinnuni hjá Calaf fyri at fáa hana at siga navnið. Men Liu er tegir og ger enda á sær sjálvari fyri ikki av avdúka harra sín. At enda sigur Calaf navn sítt fyri Turandot. Hon er nú vorðin góð við Calaf og søgan endar eydnuríkt. Tey liva lukkuligt saman enn, eru tey ikki longu deyð.
Á sama hátt sum Mozart ikki fullførdi seinasta verkið Requiem, eydnaðist tað ikki Puccini at skriva operuna Torandot heilt lidna, áðrenn hann doyði í 1924. Ein ung?ur tónasmiðjur Franci Alfano fullførdi verkið og frumframsýningin varð hildin í Milano í 1926.
Sangurin í Turandot er fantastiskur og tað er ógvu?liga áhugavert at síggja hvussu sangur og tónleikur styðja hvønn annan. Er søgugongdin syrgilig, so flygir tónleikurin við ella gongur undan og á sama hátt, tá tá søgugongdin gerst lættari. Ljós, tónleikur, sangur og sangararnir fella saman i eina heild og tú gerst heilt burtur í leikinum.
Føroyingar kunnu
Í báðum støðgunum millum tær tríggjar aktirnar hitta vit Rúna aftur. Hann situr sjálvur niðri í salinum saman við einum írsk/fins?kum skúlafelaga, sum eisini lærir seg at syngja í operu.
Teir báðir eru ikki heilt nøgdir við framførsluna. Hoyrilíkindini eru vánalig har teir sita. Rúni heldur, at kvinnan sum leikar Toran?dot er ov gomul til at syngja leiklutin sum ein ung prin?sessa. ?Hon skuldi heldur verið heima og ansa eftir ommubørnunum,? sigur Rúni skemtandi. Finski írin er heldur ikki nøgdur, ja honum líkar so lítið, at hann stingur av áðrenn triðja akt er byrja. Men vit eru ovfarin av hesum nýggja heimi. Eftir sýningina eru vit samd um at arian ?Nessun dorma? ið verður sungin av Calif er avbera vøkur. Hon er heimskend í dag sungin av tenorinum Liciano Pava?rotti.
? Vit føroyingar mugu trúgva uppá tann orginali?tetin vit hava sum eitt fá?ment fólk. Ein dráttur aftanfyri, at eg seinastu fimm árini havi verið úti í heimi og lært meg at syngja er, at eg vil prógva, at før?oyingar kunnu akkurát tað sama sum onnur fólk, sigur Rúni Brattaberg.
? Okkum nýtist ikki bara at hyggja eftir íslendingum, táð tað snýr seg um mentan. Lat okkum eisini hyggja eftir tí allarbesta aðrastaðni úti í heimi, í Norðurlondum og á meginlandinum. Lat okkum gloyma undir?lutakenslurnar. Eitt nú á sangøkinum har vanta vit eina kvalifiseraða undir?vísing, sigur hann.
Sibelius Akademiið
Í løtuni gongur Rúni á Sibelius Akademinum í Helsinki. Her hevur hann verið seinastu tvey árini.
? Tó nú havi eg sagt upp. Eg skal byrja á altjóða operaskúlanum í Zurich í Sveits. Hesin skúli hevur beinleiðis samband við Operahúsið í Zurich og hetta húsið er eitt av teim bestu í heiminum, javnt mett vil Scala í Milano. Við síðuna av undirvísingini fáa vit smærri leiklutir í opera?húsinum og tá fáa vit eisini høvi at arbeiða saman við stórum altjóða kendum dirigentum. Vit sleppa at syngja sum lærlingar, sigur Rúni Brattaberg.
? Eg rokni við at vera knýttur at skúlanum í Zurich í eitt ár og so er tíðin komin at standa á egnum beinum. Ein verður ongan?tíð útlærdur sum opera?sangari, ein lærir tað eftir er av lívinum. Men kom?andi summar havi eg verið seks ár í yrkinum og tá er tíðin komin, at eg fari at bjóða meg fram, at eg fari at royna meg sum prof. Hvussu tað fer at eydnast at selja meg sjálvan veit eg ikki. Dygdin á opera?húsunum verður býtt upp soleiðis í Týsklandi, at tey bestu verða kallaði A-hús. Eini 7-8 slík finnast eitt nú í Týsklandi. Síðan lækkar góðskan longur uppeftir alfabetinum tú kemur. Tað snýr seg um at halda seg í miðjuni, ella kanska rættu megin miðjuna, skal ein rættuliga vinna pening burtur úr hesum yrkinum, sigur Rúni Brattaberg.
Og nú snýkir seg ein spurningur inn í millum.
Um tú ein dag slært ígjøgnum sum opera?sangari, fer tú so at nýta tína støðu til at gerast ambassa?dørur fyri Føroyar á sama hátt sum eitt nú landsliðið í fótbólti?
? Eg geri hetta bert fyri mína egnu skuld. Men skuldi mítt yrki á pallinum latið eygunu hjá føroying?um upp fyri at annað er til í heiminum enn fiskur, so var eitt sindur vunnið, sigur Rúni Brattaberg.
Rúni hevur eisini eina fortíð sum myndamaður. Hann arbeiddi eitt skifti sum professionellur myndamaður. Útgerðina eigur hann enn, men nú er langt ímillum, at hann hyggur gjøgnum linsuna.
? Tó eitt sindur av líkheit er millum at taka myndir og at syngja. At taka myndir er at siga frá eini søgu ella einum evni. At standa á palli og syngja í eini operu er eisini at siga eina søge ella at lýsa okkurt evni úr gerandisdegnum, sigur Rúni Brattaberg.
Konsert í Føroyum
Komandi mánadag heldur Rúni Brattaberg konsert í Listaskálanum í Havn og mikudagin á Giljanesi í Vágum. Tað eru Summartónar sum skipa fyri.
- Eg fari til Føroya saman við einum tí kendasta pia?nistinum í Finlandi. Hann eitur Gustav Djupsjøbacka og er føddur í 1950. Vit hava ymiskt á skránni. Vit fara at framføra russiskan tónleik. Vit fara at framføra verk eftir finska tóna?skaldinum Sibelius, týska Shubert og eisini tónleik eftir føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen. Vit fara at framføra eitt verk ið kallast brotið og tekstin í hesum verki eigur bróður tónasmiðins, Oddfríður Rasmussen.
? Hetta slagið av kon?sertum, sum vit skulu halda í Føroyum verður kallað Liedkonsertir og tað er Frantz Shubert, sum er upprunamaðurin til hesar. Hesar konsertir eru eyð?kendar við fleiri stuttum sangum, sigur hann.
? Eg var eisini í Føroyum í fjør við sama pianisti. Vit hildu tvær stórar konsertir, eina í Norðurlandahúsinum og eina í Vágs Kirkju. Í Norðurlandahúsinum av útselt og nógv fólk var í Vágs kirkju, sigur hann.
? Eg havi sungið alment av og á síðan eg fór út í heim at royna meg sum sangara. Nú beint áðrenn eg fari heim til Føroya, skal eg hava eina royndarkonsert í Vasa í Finlandi.
? Tað er nakað serligt at syngja í Føroyum. Tú er tættari at kritikkarunum, tí tú kennir so nógv sum koma á konsertirnar. Føroyingar eru eisini meira opnir sum publikum. Tey kenna ikki alt tað tú syngur og eru heldur ikki so løtt at imponera. Tað er eisini í Føroyum, at eg havi sungið í kóri, so eg kenni meg rættuliga tætt at teimum ið lurta, sigur Rúni Brattaberg.