Hesi serstøku húsini, sum standa í gerð í Froðba í Suðuroynni, hava longu verið á netinum og eittnú eisini í Vikublaðnum hjá Miðlahúsinum. Og tað er ikki uttan orsøk.
Tað sæst alt fyri eitt, at íblástur til serstaka taksniðið er heintaður frá kenda Operahúsinum í Sidney, sum danski Utzon teknaði á sinni.
Men harumframt eru húsini í Froðba eisini serstøk á tann hátt, at tey hava ikki verið av dýrastu húsum at byggja, tí nógv av tilfarinum er endurnýtslutilfar. Tað vil siga timbur, sum verður endurnýtt.
Men eini hús, ið draga at sær, og sum óivað eisini fáa fólk at forvitnast nærri, eru hesi húsini so avgjørt, har tey standa í gerð miðskeiðis í Froðba.