Leila Solmunde, Formaður í MBF
MBF vil við hesum skrivið heita á Landsstýrismannin um at bera so í bandi, at stovnurin fyri fjølbrekað børn verður tikin í nýtslu sum ætlað 1. januar 2006.
Síðani vilja vit heita á landsstýrismannin, at brúka tíðina fram til 1. apríl 2006, til at finna útav hvussu hesi viðurskifti eiga at skipast, hesum børnum at gagni.
Er ætlanin at ansingin av fjølbrekaðum børnum skal verða ein landsuppgáva burturav, so má Almanna- og heilsumálaráðið seta pening av til serstovnar til hesi børn, og heimild fáast fyri at reka tílíkar stovnar.
Fær kommunan ábyrgd av einum dagtilboði til øll børn, og landið bert skal gjalda fyri ta meirútreiðslu sum stendst av brekinum, verða øll børn líka fyri lógini, óansæð hvar í landinum tey búgva.
MBF er av tí fatan, at øll hava sama rætt til ansing í kommununi, og at foreldur at børnum við breki skulu gjalda sama gjald, sum onnur foreldur. Meirkostnaðurin av hesum ansingartilboði eigur landið at gjalda fyri. Hetta vil gera øll børn líka fyri lógini, og øll fáa sama rætt.
At vit hava fleiri skipanir kann gera, at nøkur børn detta niðurímillum í lógarverkinum, og er hetta dømi sum nú er íkomið, eitt tekin um, at fjølbrekað børn ikki fáa tey tilboð, sum teimum var ætlað, tá avgerð varð tikin um at gera hetta stovnstilboðið.
Eitt vælvirkandi samstarv millum kommunur, ráð, stovnar og foreldur er ein fyritreyt fyri at tilboðini hjá hesum børnum skulu virka væl og ikki enda í einum trætumáli um, hvør hevur ábyrgd av hvørjum.
Tað er ein tapari í hesum máli, og tað eru tey fjølbrekaðu børnini og foreldur teirra. Tí er okkara vón, at málið verður avgreitt sum skjótast, so hesi børn kunnu byrja á einum góðum og egnaðum dagstovni 1. januar 2006.