OPIÐ BRÆV TIL KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ

Nú týskvøldið skulu tit fólkavaldu býráðslimir í Klaksvík taka støðu til nýggju býarætlanina og til, um vit framhaldandi skulu sleppa at eiga Gerðabø sum grønt øki í Klaksvík. Her hava tit fyri einaferð skuld eitt mál, sum als ikki er partapolitiskt. Her skuldu ongi flokspolitisk atlit verið at tikið, avgerðin er einans upp til tykkara egnu samvitsku og skil

Aftanfyri tykkum standa forfedrarnir: kongsbóndafólkini í Gerðum, í Vági og á Myrkjanoyri, ognarfólkini í Uppsølum, handilsfólkini úti í Klaksvík, tey á Oyri, í Ánunum og á Strond, útróðrarmenninir, sjómenninir, húsmøðurnar, fiskafólkið, flakakvinnurnar, arbeiðsmenn- og kvinnur og øll hini, sum úr øllum heraðshornum leitaðu sær higar og bygdu upp tað, vit nú rópa Klaksvík. Tey skaptu ta felags mentan, vit øll eru partar av.

 

Undir liðini á tykkum standa nútíðar klaksvíkingar, sum hava valt tykkum í áliti á, at tit gera tykkara besta fyri býin. Øll tey, sum "skaptu lív og kor, ja, hendan býin: hetta var fedranna vón, men nú er ein onnur sjón, hvat bjóðar okkum nú, tann nýggja tíðin?"

 

Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit ongin okkara, men onki er so vist sum tað, at skulu framtíðar klaksvíkingar trívast í hesum býi, mugu teir hava kjølfesti í teirri mentan, sum undan fór. Teir mugu hava møguleika fyri at knýta sambandið aftureftir við virðing fyri tí, sum var.

 

Vit tosa um eitt lutfalsliga lítið øki, sum kallast Gerðabøur. Eitt øki, ið vekir sterkar kenslur hjá mongum av okkum, ið vuksu upp her. Eitt øki, sum er siðsøguliga, søguliga, mentanarliga og ikki minst fagurfrøðiliga av stórum týdningi fyri býin. Eitt øki, ið knýtir okkum til upprunan.

 

Tað er eisini vist, at framtíðar menning av Klaksvík stendur og fellur IKKI við, at bygt verður á hetta vakra, grøna øki. Tað finnast altíð aðrir møguleikar fyri byggilendi, men byggja tit á grøna økið, ber ikki til at koma afturumaftur.

 

Uppskot er komið um at friða Gerðabø og leggja hann út til grønt øki í býarætlanini. Sama var upp á tal fyri 25 árum síðan. Eg heiti inniliga á tykkum, gerið nú álvara av! Friðið Gerðabø! Gerið tað til gagns fyri okkum øll og fyri framtíðar klaksvíkingar.