Opið bræv til Mentamálaráðið um arbeiðið við at nýskipa miðnámsútbúgvingarnar

Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara (YF) hevur í 2009 vegna limir sínar roynt at komið á tal við Mentamálaráðið (MMR) viðvíkjandi arbeiðinum at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar.

Limir felagsins, sum hava arbeitt við námsætlanunum, hava milt sagt ikki verið nøgdir við samskiftið við MMR. Lærararnir í námsætlanarbólkunum kenna ikki teirra tekst aftur, tá teir fáa hann aftur frá MMR, og halda seg vera hildnar uttanfyri ávirkan, hóast boðini frá MMR av fyrstan tíð vóru, at umboð fyri lærarar á øllum økjum skuldu vera við í tilgongdini. YF limir hava gjørt vart við hesa ónøgd, men MMR svarar teimum ikki aftur. Tað mest kollveltandi í øllum endurskoðanararbeiðnum er tó broytingarnar í skúlaskipanunum, tær sonevndu breytirnar. Her eru hvørki nevndin í YF ella limir felagsins tiknir við í arbeiðið, og heldur ikki eru vit kunnað um, hvussu skúlarnir og harvið breytirnar fara at síggja út. Tað er trupult bara at koma í samband við MMR.
Tann 6. apríl 2009 sendi YF bræv til MMR, har felagið, umframt at gera vart við sjónarmið síni, bað um fund við MMR. Tað tók MMR knappliga seks mánaðir at geva felagnum svar. Tann 25. august 2009 varð umboð fyri felagið biðið um at koma á fund við MMR tann 1. september 2009. Her fekk felagið at vita, at MMR var samt við øllum teimum atfinningum, sum felagið var komið við, men at umstøðurnar vóru soleiðis, at arbeiðið ikki kundi gerast øðrvísi. Á sama fundi bjóðaðu umboðini fyri MMR nevndina í YF at koma á fund við umboð fyri MMR, sum skuldi kunna nevndina um arbeiðið at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar. YF tók sjálvandi av tilboðnum og skeyt 5. september 2009 upp fyri MMR, at fundurin skuldi vera 2. oktober 2009. Hesaferð fekk YF ongantíð nakað svar frá MMR. Hetta er serliga undrunarvert, av tí at uppskotið var komið frá MMR. Tað eydnaðist kortini felagnum nakað fyri jól í 2009 at fáa avtalu við MMR um, at fólk haðani skuldu koma á aðalfundin hjá felagnum 23. januar 2010 at kunna limirnar um arbeiðið. Gleðin var kortini stokkut, tí 21. januar 2010 boðaði MMR frá, at tey kortini ikki kundu senda umboð til aðalfundin.
YF og limir felagsins hava púra mist álitið á MMR. Á aðalfundinum hjá YF tann 23. januar 2010 áløgdu limirnir nevndini at skriva eitt opið bræv til MMR. YF skal í hesum sambandi gera vart við, at hvørki felagið ella limirnir halda seg vera tiknar við uppá ráð viðvíkjandi hesum stóra arbeiði, sum hevur so stóran og grundleggjandi týdning fyri felagið og limir tess. Hvørki felagið ella limir felagsins eru kunnaðir um hetta stóra arbeiðið. Tað, sum felagið umvegis hevur frætt um ætlanirnar við nýskipanini vil felagið staðiliga mæla MMR frá at seta í verk. Tað, YF veit um, er ætlanin at seta í verk eina tronga breytaskipan, har knappliga helvtin skal vera felags fyri alt miðnámsskúlaøkið og bara umleið 10% valfrítt. Hetta fer at hava við sær, at fjølbroytni innan miðnámsskúlaøkið fer at hvørva, soleiðis at skúlar, sum eiga at hava heilt ymiskan samleika, t.d. studentaskúlin og fiskivinnuskúlin, koma at hava minni rúm fyri sínum serlærugreinum. Sæð í mun til serlærugreinarnar hjá teimum ymisku skúlunum fer hetta at merkja, at tað aloftast verður lægsti felagsnevnarin, sum verður valdur. Úrslitið verður ein minni fjølbroyttur skúli. Tann størsti trupulleikin við ætlanunum við eini trongari breytaskipan, har serliga tær fyri nógvar næmingar truplu náttúruvísindaligu lærugreinarnar fáa høga raðfesting, er tó, at tað verða alt ov fáar breytir at velja millum. Á øllum studentaskúlaøkinum verða t.d. einans tvær breytir at velja ímillum og valmøguleikarnir fáir. Tað fer við vissu at hava við sær, at tað verður ógvuliga trupult at fáa allar næmingarnar ígjøgnum skipanina. Hetta er í veruleikanum beinleiðis í stríð við ætlanirnar hjá landsstýrinum um, at øll skulu fáa eina miðnámsútbúgving. YF heldur, at hendan breytaskipanin við fáum valmøguleikum fer at vera til stóran skaða fyri miðnámsøkið.
Í samband við endurskoðanina av miðnámsútbúgvingunum eftirlýsir YF kjak og opinleika, sum eru treytir fyri, at góðskan verður sett í hásæti.