Opið hús á bryggjarínum

Seinnapartin komandi leygardag hevur Okkara, bryggjaríið á Vel­ba­stað, opið hús, har al­menn­ing­urin fær høvi til at síggja bryggj­ar­í­ið inn­an, kunna seg við fram­leiðsl­una og fáa onkra smakkiroynd eisini

Okkara hevur nú verið á markn­­a­ð­i­num síðani juli 2010, og markn­­a­ð­­ar­part­ur­­in er stø­ð­ugt vaks­in, og er nú nak­að om­an fyri 20% av saml­aðu før­oysku øl­nýtsl­uni.
Bryggjaríið bryggjar bæði tey mest van­ligu øl­sløg­ini sum pils­n­ari, gull og klass­ik, men hev­ur har­um­framt eis­ini lagt seg eftir at gera ser­øl, so sum port­ara, rink­u­stein og Okkara Ólav.
Á bryggjarínum á Vel­ba­stað arbeiða 4 fólk fast og har­um­framt eru fólk knýtt at virk­i­num sum hjálp­ar­fólk í sam­bandi við tapp­ing o.a.
Okkara hevur leingi havt rund­vís­ing­ar á virk­­i­num fyri skúl­um, ar­beiðs­pláss­um og priv­at­um bólk­um, og hes­ar hava ver­ið sera væl um­tókt­ar. Tað tyk­ist sum fólki dámar væl at fáa eitt størri inn­lit í til­gongd­ina og søg­una aft­an fyri ta vør­una, ið tú keypa. Ser­l­iga eru fólk hug­tik­in av dós­a­tapp­i­mask­i­nuni, sum er tann ein­asta av sínum slag í Føroyum.
Bryggjaríið er opið fyri a­l­menn­i­ng­i­num leyg­ar­dag­in kl. 14-18.