Opið hús á Hotel Norð

Í sambandi at Anfinn Kallsberg hevði eitt við framúr gott valúrslit til fólkatingsvalið, beyð hann til opið hús á Hotel Norð á Viðareiði mikukvøldið

Hóast storm og kavarok mikukvøldið møttu umleið 150 fólk til opið hús á Hotel Norð á Viðareiði í samband við at Anfinn Kallsberg gjørdist stóri atkvøðuslúkurin við valið hesuferð við ikki færri enn 3276 persónligum atkvøðum.

Anfinn Kallsberg beyð øllum gestunum vælkomnum og fleiri nýttu høvi at siga nøkur orð, tey vóru: Eyðun Elttør, Jógvan Gerðalíð, Jákup Mikkelsen, úr Klaksvík, Rúna Sivertsen, úr Streymnesi, Helena Kallsberg, av Viðareiði, og Óli Breckmann av Argjum.