Leygardagin eru 70 ár síðani, at Føroya Studentaskúli og HF-skeið - landsins størsti og elsti miðnámsskúli- varð settur á stovn. Hetta verður hátíðarhildið um vikuskiftið.
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum fer at hátíðarhalda 70 ára dagin við at bjóða almenninginum til opið hús leygardagin, har ymsu lærugreinirnar fara at hava framsýningar, framførslur og kafétiltøk. Millum tiltøkini eru kaféir við mati frá ymsum mentanum, sum málfak skúlans eru knýtt at, umframt spurningaroyndir, har vitjandi kunnu royna sína almennu vitan innan søgu, mentan og náttúrvísind, umframt upplestur og tónleik. Listaframsýning verður við verkum hjá fyrrverandi næmingum, og eisini verður ein framsýning av teimum lærubókum, sum lærarar skúlans hava greitt úr hondum upp gjøgnum árini.
Kl. 14 verður eitt tiltak í samkomuhøll skúlans, har Mikkjal Helmsdal, rektari, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, flyta fram røður og blandað kór við næmingum og lærarum syngur.
Sunnudagin 2. september kl. 16 er almenn kvøldseta, har framførdir verða sangir úr teimum sangleikunum, sum næmingar skúlans hava framført seinastu 10 árini, filmsbrot verða víst og hugleiðingar um skúlan og søgu hansara bornar fram.
Skúlin heldur 70 ára dag sín fyri næmingunum við einum morgunmatarborði fríggjadagin 31. august. Leygarkvøldið 1. september verður hald fyri innbodnum á sjálvum skúlanum. Øll almennu tiltøkini í sambandi við 70 ára hald skúlans eru ókeypis.
Umframt virksemið í Hoydølum, er eisini virksemið hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroy formliga partur av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
--
Í box:
Opið hús verður í skúlanum í Hoydølum leygardagin 1. september, klokkan 13-16