Opið landslag krevur greiðar reglur

Ein starvsfelagi prumpar, ein annar stendur og lesur á skerminum hjá tær, og ein triði situr og tosar hart í fartelefonina. Alt hetta er dagligur kostur hjá teimum, sum starvast í opnum kontórslandsløgum.
Illona Bjørk Bovin, hevur kannað arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum sita í opnum skrivstovum og givið bókina ”Att flytta till och arbeta i öppet kontor”. út.

Í opnum kontórslandslagum kemur ein nær at sínum starvsfeløgum. Bæði so og so!

- Lyklaorðið er at vera týðuligur. Um nakar ella nakað irriterar teg, mást tú siga frá. Tey, sum bíða ov leingi, blíva bara ill, og so langt nýtist tað ikki at fara, greiður Illona Bjørk Bovin frá.

Flytingin frá egnum kontóri til opið kontórslandslag er ikki altíð løtt. Vanin, at kunna lata hurðina aftur og steingja starvsfelagar og ljóði teirra úti, er torførur at venja seg av við.

- Nógv halda, at tað er ótrúliga torført at arbeiða effektivt við øllum ljóðunum rundan um seg. Tað er ringt at konsentrera seg, og tað skapar irritatión, sigur Illona.

Men fyrimunir eru eisini. Felagskapurin styrkist, tað er lættari at fáa ting við, og nýggir starvsfelagir koma skjótt inn í arbeiðið.

Besta ráðið, sum Illona Bjørk Bovin gevur, er at seta greiðar reglar. Um ein persónur tosar ov hart í telefon, og tit í felag hava gjørt eina reglugerð fyri telefonprát, er tað lættari at siga við persónin, at nú brýtur hann reglarnar, enn sjálvur at vísa á, at tú órógvast av hansara práti.



Fimm tipp!

1. Hugsa um, hvussu hart tú tosar

2. Ikki nýta ov sterkt luktilsi

3. Ger eina reglugerð um til dømis telefonprát

4. Nýt klivar at tosa í

5. Lurta eftir tónleiki, um prát órógvar



Hetta órógvar mest

1. Hart prát millum starvsfelagar og telefonprát

2. At lænt ting ikki verða borin aftur

3. Kroppsljóð (prumpir, rop, njós)

4. Pilka nøs

5. Hysteriskir ringitónar

6. At onnur lesa tín teldupost

7. At onnur hyggja yvir á tín skíggja

8. Teskandi samrøður