Opið hús hjá Reyða Krossi í dag

Bæði lætt og álvarsamt á skránni

Í dag, 25. november, er Opið Hús í Reyða Krossi. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á arbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og kring heimin.

 

Nógv spennandi er á skránni, eitt nú tónleikur, góð tilboð, framløgur um endurnýtslu og um krígsins reglur – eisini fáa vitjandi høvi at royna sokallaðar virtual reality brillur, har man kann fáa kensluna av at vera í einum krígsraktum øki.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt í Stiðjagøtu 6, Tórshavn kl. 10 – 17.

 

##med2##

##med3##