Leygardagin 7. oktober kl. 16-18 letur listaframsýning upp í Mullers Pakkhúsi. 7 føroysk listafólk framsýna. Tey eru Astrid Andreasen, Oggi Lamhauge, Marita Nattestad, Vígdis Petersen, Guðrið Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Tita Vinther. Á framsýningini verður málarí, installatiónir, keramikk og vovið verk at síggja.
Síðani fyrsta framsýningin var í Pakkhúsinum, sera væl vitjaða framsýningin Listahandverk úr Útnorði, 1997, hevur húsið hýst mongum spennandi tiltaki.
Mullers Pakkhús er avbjóðandi og serstakt høli og listafólkini hava haft serligu viðurskiftini í og runt pakkhúsið í huga, meðan tey hava arbeitt.
Framsýningarbólkurin Dyr (Astrid, Tita og Guðrið ) hava framsýnt saman í øllum norðanlondum og fyrstu ferð tær framsýndu saman undir navninum Dyr var á Listastevnuni í 2002. Tað var ein útiframsýning í Grasagarði. Marita, Oggi, Tummas Jákup og Vígdis hava hvør sær nógvar framsýningar aftan fyri seg.
Framsýningin letur upp leygardagin kl. 16-18. Tá spælir Tóri Restorff Jacobsen, cello, verk úr suitu eftir J. S. Bach. Framsýningin er til sunnudagin 22. oktober og er opin hvønn dag frá kl. 14- 18 og eftir avtalu við listafólkini (skúlaflokkar).