Opnar nýggjar dyr fyri føroyskum fótbólti

Kaj Leo í Bartalsstovu (t.h) og umboðsmaðurin hjá honum, Hans Jacob á Líknargøtu, eftir at sáttmálin varð undirskrivaður! Mynd: Dinamo Bukarest

- Hetta verður eitt skifti, sum vit fara at hugsa aftur á og kunna siga, eg minnist tá hatta skifti, tá Kaj Leo fór til Bukarest, sigur Tróndur Arge, ítróttarredaktørur á Miðlahúsinum.

Kaj Leo í Bartalsstovu skrivaði í morgun undir sáttmála við Dinamo Bukarest úr bestu deildini í Rumenia, og tekur við hesum heilt nýggj stig, hvat føroyskum yrkisfótbólti viðvíkur.

Tróndur Arge vísir á, at ovasta deildin í Rumenia verður mett sum 15. sterkasta deildin í Evropa, og tað, at ætlanin er at Kaj Leo í Bartasstovu skal hava fast pláss á liðnum ger, at hetta spælaraskifti er nakað heilt annað, enn tá ungir, evnaríkir føroyskir leikarar hava fingið sáttmála við lið í bestu deildini í Onglandi. 

- Hetta vísir, at grundarbeiðið hjá okkum er vorðið nógv betri, og hevur hetta ræðuliga stóran týdning fyri føroyskan fótbólt, sigur Tróndur Arge.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Tróndur Arge gjørdi við Rás 2 í dag.