Christopher Nolan, Emma Thomas og Charles Roven við Oscar standmyndunum fyri Besta Film fyri »Oppenheimer«. - Foto: Carlos Barria/Reuters

Oppenheimer vann á Barbie og vann Oscar fyri Besta Film

»Oppenheimer« vann oscarvirðislønir í trimum greinum – teirra millum fyri Besta Film

Christopher Nolan, Emma Thomas og Charles Roven við Oscar standmyndunum fyri Besta Film fyri »Oppenheimer«. - Foto: Carlos Barria/Reuters

Filmurin »Oppenheimer«, sum Christopher Nolan hevur skrivað og leikstjórnað, vann ein Oscar fyri Besta Film.

Tað var í nátt okkara tíð, tá handanin var í Dolby Theatre í Los Angeles í USA, har Oscar

»Oppenheimer« var í greinini millum annað ímóti filminum »Barbid« hjá Greta Gerwig. Harumfamt var »American Fiction«, »Anatomy of a Fall«, »The Holdovers«, »Killers of the Flower Moon«, »Maestro«, »Past lives«, »Poor Things« og »The Zone of INterest« tilnevnd í greinini.

»Oppenheimer« vann í náttarinar oscarshowið sjey virðislønir.

Umframt Besta Film hevur Christopher Nolan vunnið í greinini Besti Leikstjóri, Cilian Murphy – sum spælir J. Ropert Oppenheimer – hevur vunnið Besta Manliga Høvuðsleiklut, og Robert Downey Jr hevur vunnið Besta Manglia Hjáleiklut.

Filmurin hevur afturat fingið Oscar fyri Bestu Klipping, Besta Filmtónleik og Besta Filmfotografi.

»Oppenheimer« er eitt søguligt drama, sum snýr seg um amerikanska fysikaran J. Robert Oppenheimer og arbeiði hansara við at menna kjarnorkubumbuna. Filmurin skapti nógvar yvirskriftir, tá hann varð frumsýndur í biografunum í juni í 2023.

Besti Filmur var síðsta greinin í showinum. Tað var sjónleikarin Al Pacino, sum handaði Oscarvirðislønirnar.

Tað er 96. ferð, at virðislønarhandanin hevur verið.

/ritzau/

 

Christopher Nolan, Emma Thomas og Charles Roven við Oscar standmyndunum fyri Besta Film fyri »Oppenheimer«. - Foto: Carlos Barria/Reuters