Opus nummar eitt í kongaríkinum

Radiohandilin í Runavík við tí musikalska navninum seldi flestar digitalmóttakarar og kort fyri fyritøkuna Canal Digital Nordic í danska kongaríkinum. Afturfyri slapp ein sølumaður ein túr til HM í Suðurkorea

Søla

Runavík:
Teir duga at selja fólki sjónvarpsútgerð í Opus í Runavík. So mikið væl, at fyritøkan, teir umboða, sendi ein sølumann heilt til Korea at síggja tveir fótbóltsdystir sum løn fyri gott arbeiði.
Tað ljóðar sum eitthvørt, ið hevur við tónleik at gera, tá tú nevni Opus nummar eitt. Og upplivilsið var eisini sum góður tónleikur, sigur Hans Olsen, sølumaður hjá Opus, sum júst er afturkomin úr Suðurkorea av ferðini, hann vann í sølukappingini hjá Canal Digital.
?Tað var eitt so stórt upplivilsi, at tað kann ikki greiðast frá. Tað má upplivast, sigur hann.
Canal Digital fór undir eina søluherferð upp undir HM í fótbólti, har lovað varð burtur hendan ferðin til Suðurkorea til tann, sum seldi flestar móttakarar, og fekk flestar kundar. Tá avtornaði var tað radiohandilin í niðastu hædd hjá Hæddini, Opus í Runavík, sum raskastur hevði verið í øllum danska kongaríkinum at selja.
?Tað var ein langur túrur, greiðir Hans Olsen frá. Vit flugu úr Danmark umvegis Frankfurt heilt til Japan, har vit av einihvørji merkiligari orsøk skuldu skifta flogfar, áðrenn vit síðan flugu aftur til Seoul.
Seoul var ein tungur býur at ferðast í, greiðir hann frá. Stórur og skitin. Tung luft. Ræðuliga nógv ferðsla, og hon var ikki serliga væl skipað heldur, sigur Hans Olsen.
?Tað var líkt til, at tað var rættiliga tilvildarligt, hvussu løgreglan arbeiddi, heldur hann. Tað var einki í vegin fyri at koyra fyri reyðum ljósi. Men hevði tú ikki trygdarbelti spent, steðgaði løgreglar tær, og gav bót.
Taxabilarnir vóru í ymiskum standi eisini, og tí lýstu teir beinleiðis við, greiðir hann frá. Teir høvdu skelti á takinum við ymsum litum, sum søgdu frá, hvørjum prísflokki teir vóru í. So kundi tú sjálvur velja, um tú vildi gjlada fyri ein ordiligan bil, ella koyra bíliga við onkrum skrambli.
Ferðalagi, sum Han var við í Korea, taldi 14 fólk. Hini vóru øll danir, sum høvdu tilknýti til Canal Digital.
?Koreanski maturin var vánaligur. Tað er avgjørt ikki fyri matin, farið verður hagar, er Hans ivaleysur í.
Og at samskifta við fólkið var eisini sera strævið, tí tey skilti ikki enskt. So fyri at tey skuldi koma til hús aftur, hevði hotellið latið gestunum eitt kort, har skrivað stóð á koreanskum máli um at vísa gestunum, hvussu teir kundi finna hotellið aftur, um teir høvdu brúk fyri tí.
Fólkið var ótrúliga fitt og fyrikomandi yvirhøvur, sigur Hans. Men skiligt var, tá ein ferðaðist fyri seg sjálvan, at stættarmunurin var stórur.
Hann sá beinleiðis slumm í Seoul, eins og hann eisini varð boðin at síggja ein klubba, har tað vanliga kostaði 2.400,- danskar krónur bara at sleppa inn.
Tey sóu tveir fótbóltsdystir. Fyrst dystin millum Senegal og Frakland, greiðir Hans Olsen frá. Tað var eitt upplivilsi at sita har á stadion í øllum tí rokinum.
Men upplivilsið gjørdist rættiliga nógv størri, tá tey síðan fóru til Busan at síggja Danmark og Uruguay spæla.
Busan var vorðin ein danskarabýur burturav, sigur Hans, tí har búði danska landsliðið.
Tá tey so komu í sínum donsku fótbóltstroyggjum, var ikki gangandi fyri fólki, sum vildi heilsa og taka myndir. Sjónvarpslið sum onnur. Øll fegnaðust um at hava danirnar búgvandi í býnum.
?Einastaðni var tað so galið, hevði hann frætt frá einum øðrum ferðalagi, sigur Hans, at har høvdu tey breitt reyðan leypara eftir vegnum fyri hesum donsku gestunum, sum her komu.