Álop hansara minna meg á orðini hjá Dennis Healey, tá ið hann helt ávísar ábreiðslurnar vera “like being savaged by at dead sheep.”
Stutta av tí langa er, at Kári Davidsen hevur skrivað týsk-føroyska orðabók – ikki sum idealistur men sum kapitalistur. Davidsen er sum so flestu onnur óður eftir verðini og vil hava nógvar pengar fyri sítt stríð. Maðurin hevur sera sterka rættvísiskenslu og vil hava “tað sama sum hinir.”
Tíverri er ongin eftirspurningur eftir hansara útboði, týsk-føroyskari orðabók, í øllum førum kann ongin lønandi útgáva hugsast av bók hansara.
Mentamálaráðið ræður á hvørjum ári yvir umleið eini millión, ið verður brúkt til orðabókagerð. Viðhvørt er stuðul latin beinleiðis – menn sum Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála hava fingið slíkan stuðul. Viðhvørt er stuðul latin umvegis hin privata Orðabókagrunnin. Grunnin stovnaði Christian Matras á sinni, og fæst hann við at geva út orðabøkur og nýta søluinntøkuna til fleiri orðabøkur.
Mín lutur er at umboða Fróðskaparfelag Føroya í nevndini – og sum formaður at ansa eftir, at viðtøkur og mannagongdir verða hildnar og at umboða grunnin úteftir.
Millum umboðan mína hevur verið at gjørt avtalu við Mentamálaráðið um at geva út føroysk-týska orðabók eftir Ulf Timmermann. Hendan er liðug, men bíðar eftir ávísum rættingum. Mentamálaráðið heitti á grunnin um eisini at geva út týsk-føroyska orðabók. Grunnurin játtaði, treytað av stuðli frá ráðnum, umframt at vit vildu hava sáttmála við vanligum treytum orðaðan.
Vandamálið er, at Kári Davidsen umframt føstu løn sína sum rættiliga væl løntur studentaskúlalærari vil hava fleiri árslønir fyri orðabókasmíð. Grunnurin hevur ikki ráð til hetta rættiliga stóra pengakravið, men hevur boðið Kára Davidsen umleið eina millión krónur fyri antin alt handritið teldutøkt ella fyri part av handritinum til prentútgávu.
Tó at vit ikki sleppa at síggja verkið í fullum líki, hevur Orðabókagrunnurin ta fatan, at handritið er alt ov stórt til prentútgávu ætlað skúlabrúki; helst eru alt ov nógv leitorð við, teirra millum samansett navnorð ella serlig fakorð, ið ikki leggja nakað stórvegis afturat verkinum.
Men Davidsen er ikki nøgdur við tilboð okkara, serliga ikki út frá síni fatan av, hvussu tingini áttu at verið; hann hevur lýst hetta við at endurgeva nakrar hugleiðingar hjá ávísum barnaskúlalærara og við annars sera ósannførandi at siga øll onnur hava misfatað tað stórverk, ið ongin sleppur at sígga. Davidsen er eisini sera ræddur fyri, at handritið skal verða stolið frá honum, tí gjørdust samráðingar um mannagongdir sera drúgvar. Óttin er tó ógrundaður; Davidsen er vardur av upphavsrætti, ongin ætlar at stjala frá honum, og ongin vinningur hevði verið í at gjørt tað.
Orðabókagrunnurin hevur annars heimasíðu www.obg.fo < HYPERLINK "http://www.obg.fo/" www.obg.fo> , har stóra føroyska orðabókin (móðirmálsorðabókin) liggur ókeypis. Grunnurin vónar at vera við at endurskoða hesa meginorðabók okkara, umframt at grunnurin ætlar at skipa dagførdar orðabøkur í telduportal. Grunnurin ætlar næst at geva út føroysk-týska orðabók og dansk-føroyska orðabók, tá ið hesar eru liðugt tillagaðar. Harumframt vil grunnurin fara undir at skriva spansk-føroyska, fransk-føroyska og aðrar orðabøkur til skúlabrúks. Hesar skulu eyðvitað skipast væl, so høvundar verða væl viðfarnir og løntir so hvørt og ikki skulu skriva fyri seg sjálvan uttan lesarar og uttan løn.
Kári Davidsen er altíð væl komin at skriva undir sáttmála sín, síggja bók sína útgivna – og fáa viðurlag sítt. Deyðseyðaskriving hansara skal ikki skaða hann.