ORÐABÓKARÁÐSTEVNA
Í dag byrjar norðurlendsk ráðstevna um orðabókafrøði í Norðurlandahúsinum. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum skipar fyri ráðstevnuni saman við Norðurlendskum felag fyri orðabókagerð og Málráð Norðurlanda. Eini 130 fólk úr norðurlondum og einstøk úr øðrum londum taka lut.
Tað hevur ivaleyst týdning fyri orðabókagerð í Føroyum, at ráðstevna í orðabókafrøði verður hildin í Føroyum. Eyðsæð er orðabókagerð ikki løtuverk, men tað at stór norðurlendsk ráðstevna um orðabókagerð verður hildin í Føroyum og ikki minst, at Mentamálastýrið hevur sett eitt veruligt framtak fyri orðabókagerð í gongd, fer uttan iva at føra við sær, at vit fáa fleiri orðabøkur millum føroyskt og onnur mál. Okkum tørvar nógvar orðabøkur, og hækkingin á løgtingsins fíggjarlóg bendir á, at fleiri fara at koma.
- Tað er ringt at máta, hvat ítøkiligt kemur burtur úr eini ráðstevnu sum hesari, men tað hevur avgjørt týdning at fólk sum arbeiða innan sama øki hittast, sigur Zakaris Hansen, samskipari av ráðstevnuni.
Ráðstevna um orðabókafrøði hevur síðani 1991 verðið hildin annað hvørt ár. Hetta er tann sætta í røðini og tann fyrsta, sum verður hildin í Føroyum. Endamálið hjá norðurlendska orðabókafelagnum er at fremja skipað samskifti og samstarv í Norðurlondum á orðabókafrøðiliga yrkisøkinum. Hyggja vit at skránni fyri ráðstevnuna, sum er rættiliga drúgv og umfatandi, sæst, at eitt nú tøknin stendur frammalaga. Ein fyrilestur er eitt nú um framtíðarinnar orðabók. Í evni fevna fyrilestrarnir um bæði ástøðiliga og verkliga orðabókafrøði í Norðurlondum. Støði verður tikið í orðabókaverkum, sum eru útkomin, og ymiskt í verkætlanum, sum eru ávegis.
- Hvussu nýggj tøkni og tradisjónelt orðabókaarbeiði verður sameinað er eisini ein áhugaverdur spurningur, sigur Zakaris Hansen.
Nakrir føroyingar halda fyrilestur, eitt nú Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur, sum fer at røða um orðabókafrøði og terminologi. Johnny Thomsen fer at greiða frá russisk-føroysku orðabókini hann er í holt við, og Kirstin Didriksen, frá lærda háskúlanum í Gøteborg, heldur fyrilestur um kynsperspektivið í føroyskum orðabókum. Ulf Timmermann, studentaskúlalærari, fer at tosa um arbeiðið við føroysk-týsku orðabókini, hann er í holt við at gera, Gianfranco Contri, sum arbeiðir á Føroyamálsdeildini, sigur somuleiðis frá arbeiði sínum við føroysk-italsku orðabókini, hann arbeiðir við. Heitið á fyrilestri, sum Anna Braasch frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn heldur er: Er munur á Føroyum og Filipsoyggjunum?, og Valerij Berkov frá lærda háskúlanum í Sankta Pætusbrog heldur fyrilestur um føroyska orðabókgerð. Hópin av øðrum fyrilestrum eru á skránni.
Á Føroyamálsdeildini arbeiða fólk við eini føroysk-danskari orðabók, eini nýútgávu av teirri hjá Christian Matras, sum kom út fyri nógvum árum síðani. Eisini ein fakorðabók millum annað við orðum innan oljuvinnu er í gerð á Føroyamálsdeildini. Arbeiðið er komið væl áleiðis, men hevur ligið stilt vegna vantandi fígging.