Orð aftur til Eyðun

Góði Eyðun!

Ikki er tað móti betri vitandi, tí at eg eri gloymskur ella gangi ørindi fyri nakran, at eg ikki fái tikið undir við tær í tí, at "kirkjan og skúlin við med-vitnum virki yvir hálvtannaðhundrað ár hava beint fyri gamla føroyska kvøðingarlagnum", hvat tú so leggur í tað.

 

Ólavur Hátún



Góði Eyðun!

Ikki er tað móti betri vitandi, tí at eg eri gloymskur ella gangi ørindi fyri nakran, at eg ikki fái tikið undir við tær í tí, at "kirkjan og skúlin við med-vitnum virki yvir hálvtannaðhundrað ár hava beint fyri gamla føroyska kvøðingarlagnum", hvat tú so leggur í tað. Av egnum royndum veit eg væl, at lærari, sum fyrr vildi kvøða og dansa við skúlabørnunum møtti mótsøðu hjá ávísum trúarbólkum. Aðalorsøkina haldi eg vera, at tann brennivínsólevnaður, sum nógvastaðni tók seg upp í nýggju dansistovunum tá um aldarskiftið, misskiljandi hevur verið lagdur sjálvum dansinum til sakar, og at fólk tí framhaldandi hava viljað honum til lívs. Men hendan trongskygda hugburð hevur kirkjan sum so ongantíð havt.

Okkara fólkaskúli hevur frá sínum uppruna verið danskur í sínum innihaldi og hevur ikki havt áhuga og ans fyri serføroyskum viðurskiftum. Men nakað medvitið fyribeiningarvirksemi hevur skúlin ikki framt í hesum máli, um enn hann ikki fyrr enn nú er farin at síggja sær eina beinleiðis uppgávu í tí at vera við til at veita okkara aðal mentanararvi framhaldandi livilíkindi.

Nógv eldri fólk vita eisini at siga frá, hvussu tey sum børn í vetrarveðri dansaðu í skúlagongini í fríkorterum.

Tú setir fram spurningin, um eg man vera vorðin tónadeyvur, og leggur meg og aðrar musikkpedagogar undir at ganga við "klaviaturi skorað fast millum oyruni" og tískil ikki at hava ans fyri tónum, sum ikki rúmast á hesum ljómborði. Tonalitetskenslan í fólkinum hevur allar dagar broytt seg, og tú skalt ikki bjóða til at fáa fjøldina at syngja sokallaðar "bláar tónar" aftur. Hetta mátti heldur ikki verið nakað at drigið fram í umtalu av gomlum kvøðingarlag, sum tú sigur vera burturbeint uttan nærri at lýsa, hvat tað er, sum tú meinar við.

At orglini í kirkjunum skulu hava havt týnandi leiklut fyri kvøðingarlagið er burturvið. Kingosangurin mátti lúta fyri nýggjari sálmasangi; men tað hevði onga ávirkan á kvøðing í dansi.

Um enn tað má vera at ynskja eftir, at framvegis verður yrkt í kvæðastíli, so hevði tað ikki verið ríkandi fyri okkara sangmentan, um tjóðskapaskøldini einans hildu seg til tey fábroyttu ørindiskøg, sum kvæðaarvurin hýsir. At vit hava verið fyri størri mentanarligari ávirkan úr Danmark enn gott er, kunnu vit vera samdir um; men hinvegin fremur tað onga menning bara at steingja seg inni við sínum, og t.d. vísa komponistanøvn sum Weyse, Heise, Nutzhorn, Schulz, Kuhlau. Gebauer o. fl., hvussu danskt sanglív í sínum lag eins og føroyskt seinni hevur fingið íblásandi íkast uttanífrá. Tú nevnir Hans Arvesen millum útlendsk tónaskøld. Arvesen var hálvur føroyingur og skrivaði løg til føroyskar upp-runayrkingar.

Tú, sum ert so bersøgin, manst fyrigeva mær, at eg her endurtaki, at tað var at undrast á, at mentamaður sum tú setir slíkt á prent sum, at "íslendski sangskúlin nú skal læra føroyingar at syngja, soleiðis sum íslendingar syngja" og "danskir organistar læra okkum at spæla orgul, sum tey gera í Danmark". Í báðum førum er talan jú um alheims tónleikamentan.

Sjálvandi er tað mest kvæðaløgini, tú hevur í huga, tá tú málbert teg um "okkara musikalska móðurmál", og samdir kunnu vit vera um tað, at kvæðastevið er nakað eyðkent føroyskt; men samstundis mugu vit viðganga, at meginparturin av tí, sum, helst norðanfyri, hevur verið framborið á dansigólvi tey seinastu 200 árini ? hugsi her um donsku kempuvísurnar ? er innflutt arvagóðs. Eisini serføroyski kingosangurin hevur sín uppruna uttanlendis, og samanumtikið verður tað ikki nógv, sum hjá okkum heldur enn aðrastaðni einans er sprottið úr egnum heimajørðildi.

"Jógvan Waagstein og Hans J. Højgaard dugdu ikki at kvøða og dansa og løgdu heldur einki í tað". Man J. Waagstein ungur í Klaksvík seinast í 1800-talinum ikki hava verið við í føroyskum dansi og havt oyra fyri kvøðing og kvæðaløgum? Ið hvussu er, skrivar hann hugtikin um, hvussu "teir gomlu" kvóðu og dansaðu.

Hans J. Højgaard var úr sera góðum kingo- og kvæðabergi brotin. Kann her nevna eina løtu, Hans Jákup, Poul Eide og eg vóru bodnir oman til Karl Clausen á Hotel Hafnia. Prátið kom tá inn á kvøðing og kvæðaløg. Mitt á degi tók seg tá stemningurin óført upp, har hvør av teimum báðum legði annan eftir í at bera fram kvæða-og vísudømi, og treystliga fullu teir í hvør við øðrum.

Jú, víst kendi H.J. Højgaard til, hvussu teir kvóðu á Toftum í gomlum døgum. At hann skal hava rikið teg sum smádrong á dyr úr sangstovuni, tí tú kvaðst "Tá eg verði stórur", er ilt at skilja. Man tað ikki heldur vera tað, at tú ikki slapst at syngja við í barnakóri, tí tú tá ikki vart so tónatryggur, sum tú nú vilt vera?

Hvussu kanst tú, sum speirekur tær royndir, sum hava verið við kvøðing innan føroyskan kórsang (sí "Skáan" 17.februar), geva okkara rokktónleikarum ábreiðslu fyri, at so lítil føroyskur tóni er at hoyra í teirra musikki, og hvussu kanst tú leggja tónleikafrálæruni tað til last ? Ungdómurin eins og vit øll onnur fáa jú frá morgni til myrkurs tútað oyruni full av amerikanskum og amerikaniseraðum poppi, og tað skal heilt serligur áhugi og vilji til at kunna fóta sær við nøkrum serføroyskum í hesum einstáttaða fjølmiðlaborna musikalska ágangi.

Gleðiligt er tað tó, at tað bæði innan tann seriøsa og undirhaldstónleikin verða gjørdar royndir við føroyskari eyðmerking. Vit eiga tó at gera okkum greitt, at viðgerð av upprunaligum kvæða- og vísuløgum má fara fram við størsta skynsemi, skal tað ikki fáa avlagandi fylgjur fyri løgini.

Tú tvíheldur um, at kvøðing og dansur skulu gerast serstøk lærugrein í musikkskúlanum og í læraraskúlans tónleikaundirvísing. Tey skeið, sum Árni Dahl vegna Mentamálastýrið hevur hildið við áhugaðum lærarum, har ymsir tættir innan kvæða- og dansiheimin hava verið til viðgerðar, og har luttakararnir hava fingið við sær aftur tilfar til skúlabrúks, hava verið vekjandi og gagnlig. Ynskiligt kundi verið, at eisini meginfelagið "Sláið ring" tók stig til slíkar samkomur, har okkara góðu dansifólk í felag viðgjørdu alt, sum kann verda dansinum til frama.

Í tí sambandi kundi Fróðskaparsetur Føroya og Útvarp Føroya givið hesum fólkum, sum betri enn onnur duga at meta um kvøðing og føroyskan fólkasang annars, atgongd til teirra upptøkur frá eldri og yngri tíð við uppalandi útgávum fyri eyga. Eisini kundu í samvinnu við Sjónvarp Føroya serstakar videoupptøkur verið gjørdar, sum m.a. vístu, hvussu fólk ymsastaðni í landinum taka hendur saman og stíga til í dansi, tí enn er sjónligur munur á. Autentiska fyrimyndin er besti lærararin; men at senda sang- og musikklærarar á nakra daga kingo- og kvøðingarskeið, sum tú mælir til í "Skáanum", tað er dømt til at miseydnast.

Ikki tær at siga, Eyðun, so er okkara dansur ikki fólkatónleikur og koreografiskt fyribrigdi burturav, so sum fólkamusikkur og ? dansur er tað aðrastaðni. Føroyskur dansur er ein heild av frásøgn, tónum og kropsligari rørslu, hevur fingið sítt heildarskap í fólkinum og kann bert varðveitast í sínum forna líki, um tey ungu fáa samband við tað umhvørvi, har dansurin enn livir sítt aldargamla lív. Tí er tað so umráðandi, at tey, sum nú gera eitt dygdargott arbeiði vid at kvøða og dansa við børnum og ungdómi, søkja sær samband við og fáa undirtøku frá góðum dansifólki á staðnum. Samvinna millum skúlar og dansiumhvørvi er besta trygd fyri, at mergjaða kvæðastevið framhaldandi verður lívgandi táttur í føroyskum mentanar- og samfelagslívi.