Orðaskifti um ítrótt

Mentamálaráðið boðar í tíðindaskrivi frá, at mentamálaráðharrin hevur fingið handað álit um ítróttapolitikk. Ítróttin hevur stóran mentanarligan og samfelagsligan týdning. Landsstýrismaðurin í mentamálum setti tí á sumri 2003 arbeiðið í gongd at orða ein almennan ítróttapolitikk. Hetta var sera skilagott og eigur táverandi landsstýrismaður sjálvsagt rós fyri hetta stigið. Umframt at lýsa, hví tað er umráðandi við virknum og miðvísum almennum ítróttapolitikki, skuldi arbeiðsbólkurin lýsa støðuna hjá ítróttinum í Føroyum í dag sum heild og greina framtíðarvisjón og menningarætlan fyri almenna ítróttapolitikkin. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur nú fingið handað álitið hjá arbeiðsbólkinum um almennan ítróttapolitikk.

Høvuðsniðurstøðan í álitinum er, at føroyska ítróttarørslan stendur ov spjadd, og at ÍSF sum yvirskipaður og savnandi landsfelagsskapur fyri føroyskan ítrótt undir núverandi skipan ikki megnar at virka fyri felagsítróttaligu áhugamálunum í nóg stóran mun, og harvið at standa fyri eini støðugari menningartilgongd hjá ítróttinum sum heild. Tað er tí neyðugt, at ÍSF verður styrkt umsitingarliga og fakliga. Arbeiðsbólkurin vísir í hesum sambandi á, at ÍSF í samstarvi við ymsu sersambondini eigur at skipa umstøður fyri virknari og áhaldandi føroyskari luttøku og sjónliggering í altjóða samstarvinum umframt at skipa fyri miðsavnaðari førleikamenning.

Ein liður í menningartilgongdini er, at Føroyar átaka sær at skipa fyri Oyggjaleikum aftur. Hóskandi høvi til hetta er 2015. Heldur enn eitt avmarkað mál í sær sjálvum, skulu Oyggjaleikirnir brúkast sum partur av einari miðsavnari menningtilgongd innan føroyskan ítrótt. Tað er ítróttin sjálv, vísir bólkurin á, ið hevur ábyrgdina av at seta út í kortið tey ítøkiligu langtíðarmálini fyri ítróttaliga virksemið og menningina av hesum. Um hesi mál skulu røkkast er neyðugt, at betri og tættari samstarv verður skipað millum ÍSF og sersambond tess og almennu og kommunalu myndugleikarnar. Tí er eisini neyðugt, at politisku myndugleikarnir seta orð á, hvørji mið og mál almenni stuðulin til ítrótt skal hava.

Arbeiðsbólkurin metir vera av stórum týdningi, at gongd nú verður sett á eitt veruligt og støðugt ítróttapolitiskt kjak. Hesum tykist forseti ÍSFs at vera samdur í. Annars er hann ósamdur við innihaldið. Tað ger ikki so nógv um ósemja er um innihaldið. Vit her í Føroyum eru vanliga ósamd um mestsum alt, so hví ikki um eitt ítróttaálit. Tað sum umræður er, at vit nú fáa eitt orðaskifti um ítrótt. Vit skulu alment skifta orð um elituítrótt mótvegis áhugaítrótt, um altjóða luttøku sum eydnast á ávísum økjum og ikki á øðrum økjum, um ítrótt og fólkakheilsu, um ítrótt sum fyribyrgjandi virksemi millum ung og um ítrótt sum mentan eins væl og um ítróttamentan. Vit her á blaðnum halda álitið vera bæði áhugavert og kveikjandi og fara at venda aftur til hetta álit í blaðgreinum.

Sosialurin