Orðblind eru ofta klók fólk

Fyrsta stigið fyri at fáa hjálp fyri orðblindni er at tora at tosa um tað, sigur Jónheðin Tróndheim, lærari á Tekniska skúlanum í Havn. Hansara royndir eru, at nógvir næmingar koma úr fólkaskúlanum og duga hvørki at lesa ella skriva. Øll teirra eru ikki orðblind

Tað er kent á øllum tekniskum skúlum , bæði í Føroyum og uttanlands, at nøkur fólk hava tungt við at lesa og skriva, og summi eru orðblind.
Hesir veikleikar eru meira elle minni beinleiðis orsøkin til, at tey ungu fólkini hava valt at fara fakliga vegin heldur enn at fáa sær eina bókliga útbúgving.
Hetta sigur Jónheðin Tróndheim, sum seinastu árini hevur undirvíst á bildeildini á Tekniska Skúla í Havn.
Eisini handverkslærlingar hava nógv at skula lesa, og Jónheðin Tróndheim hevur mangan upplivað, hvussu nógvir lærlingar renna seg fastar. Nógv berja seg ígjøgnum ein tekst, men fáa einki við kortini.

Illa statt millum lærlingar
- Ein kanning á bildeildini einaferð vísti, at fjórði hvør lærlingur hevði ilt við at lesa og skriva, og tað sigur ikki so lítið, sigur Jónheðin Tróndheim.
Skúlin ásannaði, at lesi- og skriviveikleikin hjá so nógvum næmingum var ein stórur trupulleiki, og so varð farið spakuliga at taka spurningin upp.
- Summi søgdu beinanvegin sjálv, at tey dugdu ikki at lesa og skriva, og teimum var lætt at royna at hjálpa. Men meginparturin av fólki roynir at krógva tað, helst tí tey skammast, og tá er verri at kunna staðfesta, um tey eru orðblind, skrivi- og lesiveik ella bara vantar undirvísing, sigur Jónheðin Tróndheim.
Hansara royndir eru, at heilt nógvir næmingar koma út úr fólkaskúlanum og hóast góð evni hava teir ikki lært at lesa og skriva.
Tað boðar ikki frá nóg góðari undirvísing í fólkaskúlanum.
Tekniski skúlin i Havn er ein av skúlunum, sum hevur sent lærarar í skúla at læra at undirvísa orðblindum næmingum fyri betur at kunna lofta teimum.

Sig tað bara!
- Vit royna at tosa við næmingarnar og fáa teir at siga, sum er, og tað vísti seg, at nøkur aftrat tordu at siga tað, tá ið tey vóru fleiri í somu skóm. Tey skuldu bara hava hetta skumpið, sigur Jónheðin Tróndheim.
Tað liggur í okkum øllum, at vit royna at skáka okkum undan tí trupla. Men øllum ber ikki til at sleppa undan.
- Vit hava øll upplivað í fólkaskúlanum, at nøkur hava spælt hund av maktarloysi, men onnur hava lært at stríðast, og so eru tað tey, sum spakuliga koma eftir, at okkurt er galið. Men tað tekur tíð at koma til ta niðurstøðuna og tora at viðganga, at ein er orðblindur, sigur Jónheðin Tróndheim, sum hevur møtt fleiri lærlingum, sum hava verið álvarsliga orðblindir. Teir hava gingið níggju ár í fólkaskúlanum og hava onga hjálp fingið.
- Har kunnu vit ikki siga, at galið er við næminginum, heldur skúlanum, sigur Jónheðin Tróndheim.

Peran í lagi
Hann veit, at fleiri orðblind fólk eru vitug. Heilt nógvir arkitektar eru orðblindir og tað sama við tónleikarum, listamálarum og øðrum listafólki.
- Eingin kann lastast fyri, at eitt fólk er orðblint. Hann ella hon skal bara tosa at viðurkenna tað, tí tá kann nakað gerast, sigur Jónheðin Tróndheim.
Tað hevru stóran týdning hjá skúlanum at duga at skilja ímillum orðblindni og tað bara ikki at duga at lesa og skriva. Hjá fleiri teirra, sum ikki duga at lesa og skriva men ikki eru orðblind, at foreldrini einki hava at lisið, og eingin hevur lisið við børnunum heima.
- Peran kann vera í fínasta lagi fyri tað, sigur Jónheðin Tróndheim.