- Onkusvegna kenna vit tað, sum vit verða tagd í hel. Spyrt tú teg fyri á einum skúla til dømis, fært tú uttan iva at vita, at tey ongan orðblindan næming hava, sjálvt um vit við vissu vita, at tað í hvørjum føroyskum skúlaflokki í miðal sita 2-3 lesi- og skriviveikir næmingar. Tað finst nevniliga ongin máti at testa teir í Føroyum, sum tey gera aðrastaðni, og tí eru tey orðblindu ikki til sambært hagtølum, sigur Anna Karin Kjeld, formaður í felagnum fyri lesi- og skriviveik.
Í eini roynd at varpa nýtt ljós á henda burturtagda trupulleikan hevur felagið fingið formannin fyri danska orðblindafelagið, Hans Paula Christensen, til Føroya at halda tveir fyrilestrar. Tann fyrri var í Vestmanna skúla í gjár og leygardagin kl.14.00 verður aftur høvi at hoyra Hans Paula í hølunum hjá MBF í Havn.
Rópa politikarnar upp
- Eitt av aðalmálunum við okkara arbeiði er at fortelja teimum lesi- og skriviveiku, at tað ber til at fáa hjálp, so tey ikki skulu líða undir hesum trupulleikanum. Hinvegin, hjálpin kostar pengar, men so leingi, politikarar og aðrir mynduleikar ikki vita av trupulleikanum, er tað næstan ógjørligt hjá okkum sum felag at liva upp til okkara endamál, sigur Anna Karin og vísir á, at felagið higartil ongan peningaligan stuðul hevur fingið til sítt arbeiði. Síðsta á gjørdist felagið fyri lesi- og skriviveik limur í MBF, men heldur ikki har hava pengar verið at heinta, tí MBF eisini varð skert á fíggjarlógini.
Tískil er vitjanin hjá formanninum í danska orðblindafelagnum ikki minst ein roynd at rópa politikarnar upp. Hans Pauli Christensen kann nevniliga á ein rættiliga ítøkiligan hátt greiða frá, hvussu ovurhonds stóran týdning rætta hjálpin hevur fyri tey lesi- og skriviveiku. Umframt arbeiðið í orðblindafelagnum, hevur Hans Pauli eisini drúgvar royndir við at hjálpa lesi- og skriviveikum í sinum dagliga starvi sum stjóri á einum orðblindaskúla fyri vaksin.
Eg dugi ikki at lesa!
Hóast fíggjarliga orkan darvar arbeiðnum hjá felagnum almikið, setast tey ikki hendur í favn. Felagið fylgir væl við í tí, sum hendir á hesum økinum í londunum rundanum okkum, og eru tey altíð fús at kunna sínar limir um eitt nú nýggj hjálpiamboð, hóast felagið ikki sjálvt hevur møguleika at veita limunum fíggjarligan stuðul til slík keyp. Eitt tað nýggjasta innan hjálpiamboð er til dømis tann sokallaði lesipennurin, sum skannar tekstir inn á telduna, sum síðani lesur tekstin upp. Lesipennurin kann lesa alt frá bókum og bløðum til nýtsluvegleiðingar ella sjálvuppgávuna og lættir tí sera nógv um hjá teimum lesi- og skriviveiku í gerandisdegnum. Tíverri finst hetta forritið ikki á føroyskum enn, tí fíggjarliga orkan ikki røkkur til at fáa hetta arbeiðið gjørt.
Annars standa útbúgvingarmøguleikar fyri lesi- og skriviveik ovaliga á skránni í sambandi við vitjanina hjá Hans Paula Christensen. Hann fer millum annað at kunna um møguleikarnar fyri fjarlestri umframt teir mongu eftirskúlarnir fyri lesi- og skriviveik í Danmark.
- Tey lesi- og skriviveiku eru jú ikki øðrvísi, enn onnur. Tey hava júst teir somu dreymarnar um til dømis útbúgving, og tí skulu tey sjálvsagt hava somu møguleikar. Tíverri er tað enn soleiðis, at sigur tú: ?Eg dugi ikki at lesa? verður tað hugt uppá teg, sum komst tú frá eini aðrari planet. Fekst tú hinvegin røttu hjálpina longu sum barn, var trupulleikin kanska als ikki til staðar, sigur Anna Karin Kjeld.