Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, sigur, at orðblindalærarar skulu sleppa inn í fólkaskúlan.
Í maimánaði í fjør fingu 18 lærarar prógv sum orðblindalærarar. Á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag sigur formaðurin, at í dagsins samfelag verður orðblindni mett sum ein álvarsligur meinbogi hjá teimum, sum líða av hesum, bæði í gerandisdegnum og í samband við útbúgving.
- Ásannandi at skerdir førleikar í minst møguligan mun eiga at forða fólki í at fáa útbúgving og arbeiði, so er ljós umsíðir varpað á orðblindni. Ikki minst tí at mann veit, at rætta frálæran kann minka munandi um vansarnar, ið standast av vantandi lesi- og skriviførleikum. Tað er av sonnum eitt frambrot, at eftirútbúgvingin var framd, skrivar Herálvur Jacobsen millum annað.
Útbúgvingin var í fyrstu syftu ætlað ungdóms- og vaksnamannafrálæru. Har er tørvurin sjónligast. Orðblindalærararnir hava longu undirvíst í miðnámsskúlum og kvøldskúlum kring landið. Seinasta summar og aftur í ár skipa orblindalærarar fyri lesi- og skrivilegu summarfuglalegu fyri børnum í 3., 4. og 5. flokki.
- Einstakir fólkaskúlanæmingar hava eisini verið
tilmeldaðir kvøldskúlanum, men her er tað, at ketan loypur av. Fólkaskúlanæmingar eiga at fáa frálæru í fólkaskúlanum og ikki í kvøldskúlanum, ger Herálvur Jacobsen greitt.
Tí sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, at orðblindalærararnir eiga at sleppa inn í fólkaskúlan. Í øðrum londum verða børn kannað sum trýára gomul fyri eitt nú orðblindni.
- Vinningurin av slíkum mannagongdum eigur at verða sæddur í ljósinum av tí, sum átøk seinni kosta
samfelagnum og ikki minst tí einstaka. Sjálvandi standa skúli og serliga foreldur í eini truplari støðu, tá varhugi er av orðblindni ella at orðblindni er staðfest, samstundis sum eingin tímajáttan er til orðblindalærarar í fólkaskúlanum. Her má vend koma í, og fyribilsloysnir, sum at beina fólkaskúlanæmingum til kvøldskúlan, kann ikki góðtakast, sigur Herálvur Jacobsen.