Orðblindnið steðgaði ikki kreativiteti

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson hevði við Rógva Dam av Argjum í sendingini "Breakfast"

Í morgun var sendingin "Breakfast" á skránni hjá Rás2. Vertur var Sasho Bjartsson, sum sendi frá Smyrjubreyðsbúðini í Steinatúni í Havn.

 

Gestur var Rógvi Dam av Argjum, sum hóast trupuleikari við orðblindni hevur strítt seg fram til góðar útbúgvingar, sum bakari og hartil eina diakon-útbúgving úr Danmark.

 

Sasho og Rógvi umrøddu leiðina hjá Rógva frá barndómsárunum á Argjum til tann skapandi persónin hann er í dag. Serliga kendur er Rógvi Dam fyri sín leiklut í "Rógvi og Drekin", sum nógv føroysk børn hava tikið til sín. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Sasho Bjartsson og Rógvi Dam umrøddu í sendingini "Breakfast", sum er á Rás2 hvønn fríggjamorgun.

 

(Mynd: Sasho Bjartsson)